Mynd 24.fo

Eg havi skriva um MH fyrr, men meti at tað er sera aktuelt eint nú, tá ætlanin er at skera fiskidagarnar við millum 15% og 30%, har grundarlagi fyri metingunum hjá Havstovuni byggir í størsta muna á tøl frá MH.

Eg setti meg í samband Havstovuna í august 20015 um at fáa uppruna tekningar av trolinum, lemmum og posa, sum MH brúkar til yvurlitstrolingar. Tað skuldi alt verði frá 1982. Bleiv biðin um at ringja til skiparin, tosaði við hann og hann skuldi finna tær fram, til teir komu inn aftur, men har vóru ongar tekningar umborð á MH. Tosaði so aftur við HAV. Teir skuldu so finna mær uppruna tekningarnar.

 16 09 2015 fekk eg so eina tekning av ? Uppruna trolinum sum var tekna 10 07 1997.
 16 11 2015 fekk eg eina tekning av uppruna lemminum ? sum er tekna 12 10 2009
Eyðun Hansen, VestmannaTað eru nógvir mátar at stilla lemmar uppá og tað eru 2-3 ketur á baksíðuni tað eru ongar tekningar av stillingun av ketum ella longd ella tjúkd av ketum
 7 12 2015 fekk eg so eina tekning av posanum, sum er tekna í oktober 2015 til mín, eftir posanum sum var brúktur til ytvurlitstrolinganar, tí ongin  uppruna tekning var til. Fólk frá Havstovuni hava sjálvir gjørt posarnir í mong ár.
Eg fekk eisini eina forkláring uppá at ongar broytingar vóru nakrantíð gjørdar.
 Eg havi siglt við trolara í 30 ár og trúgvi ikki at uppruna tekningarnar hava veri soleiðis frá byrjan og havi tosa við fleiri fólk frá Vónini, tey siga øll at har er okkurt millum stykki er blivið vekk.
Trolið hevur 135 mm meskar og posin hevur 40 mm meskar og tað blívur ongantíð seyma beinleiðis saman, av fólki, sum eru von við at arbeiða við trol.
 17 09 2015 fekk eg so hendan  teldupostin frá HAV.
Góði Eyðun

Eg havi ikki so nógv at gera við greiðir o.a. hjá MH at gera.

Men,- um eg minnist rætt, so vóru ongar, ella tað blivu ikki nakrar
tekningar funnar, so Hans teknaði tær gomlu av, og gjørdi eitt nýtt sett
burtur úr uppmátingunum av teim gomlu hurðunum.

Tað er nokk tað nærmasta tú kemur uppruna tekningunum.

Alt hatta við uppruna tekningunum, er langt áðrenn eg byrjaði á
Havstovuni.

Eg skal finna tekningar av posa o.ø.

Hetta teldubrævið fekk eg 07 12 2015

Hey Eyðun.

Nú eru tekningarnar komnar og settar inn í dokumentatiónina fyri yvirlitstrolingarnar. Har kanst tú lesa um allar mannagongdir í smálutum. Tínar atfinningar hava gjørt, at okkara dokumentatión er vorðin betri.

Tekningarnar av posanum inni í trolinum (40 mm meskavídd) eru ikki 30 ára gamlar, men eru gjørdar í oktober 2015, tí ongar tekningar hava verið av posanum. Tó er greitt, at eingin broyting er farin fram, so tað skuldi ikki havt nakran týdning fyri yvirlitstrolingarnar, um tekningin er gjørd nú ella fyri 30 árum síðan. Tað er eingin fjald ætlan aftan fyri hesa gongd – tað er slíkt, sum henda kann. Sjálvandi hevði verið best, um tað var ein upprunatekning, men tá tað ikki var so, er tað næstbesta at gera eina tekning nú.

Nakað tað sama er galdandi fyri trolhurðarnar – har eru ikki 30 ára gamlar tekningar, men nakað nýggjari – men við tað at eingin broyting er farin fram, skuldi tað ikki havt tað stóra at sagt fyri úrslitini fyri yvirlitstrolingina. Kanska koma upprunatekningar undan kavi einaferð?

Tað ber ikki til at fólki umborð á MH minnast til hvussu alt er stilla síðani í 1982 har hava nógv ymisk fólk veri síðani 1982

Hevur Havstovan  upplýst okkara fólkavaldu um, at allar uppruna tekningar eru vekk, og at teir hava sjálvir gjørt posan, uttan nakra tekning í nógv ár.