Home Heim & Frítíð Fýra sterkir profilar á Summar Festival

Fýra sterkir profilar á Summar Festival

by OML

Framúr sangarar og sangskrivarar spæla á Summar Festivalinum í august

Summar Festivalurin kunnger í dag fýra føroysk nøvn afturat, og talan er um veruligar profilar í føroyskum tónleiki seinastu nógvu árini.

Hetta eru sangarar og sangskrivarar, sum samanlagt eiga eina langa røð av sangperlum, sum allir føroyingar – yngri sum eldri – kenna, og teir eru allir sum ein framúr á palli.

Kim Hansen, Sámal Ravnsfjall, Eyðun Nolsøe og Hanus G. Johansen spæla allir á Summar Festivalinum 2016.

Kim, Sámal og Hanus fara at hava framførslur á Torginum, og Eyðun endar festivalin við framførslu í Tjaldinum sunnunáttina kl. 03.00.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.