Home Vinnutíðindi Studning til skipasmiðjur

Studning til skipasmiðjur

by OML

Kunngerð um studning til skipasmiðjur í sambandi við bygging til leasing og sáttmáli millum nærstandandi partar

Komin er i gildi kunngerð 76 frá 28. juni 2016 um broyting í kunngerð um at umsita lóg um studning til skipasmiðjur (Bygging til leasing og sáttmáli millum nærstandandi partar). Sí kunngerðina her.

Eftir galdandi reglum kann veitast skipasmiðjum 8% í studningi av sáttmálaprísinum.

Er talan um leasing ella ger skipasmiðjan ger sáttmála við nærstandandi part, skal sáttmálaprísurin eftir nýggju reglunum skiljast sum mett virðið á skipinum/bátinum í vanligum handli. Metingin skal verða gjørd av óheftum skipakønum persóni, sum Vinnuframagrunnurin hevur góðkent. Sátmálapartur skipasmiðjunnar rindar kostnaðin av metingini.

Ein partur er nærstandandi, um viðurskiftini millum skipasmiðju og hin sáttmálapartin eru sum viðurskiftini millum móður- og dótturfyritøku eftir § 6 og § 7 í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.