Home Fólk & Samfelag Hvussu kunnu vit hava álit á sjúkrahúsálitinum?

Hvussu kunnu vit hava álit á sjúkrahúsálitinum?

by OML

Eftir at hava hugt ígjøgnum hesa seinastu menningarætlanina, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fekk handað í vikuni, eri eg ógvuliga vónbrotin, tí tað er torført at hava álit á hesum áliti, har duld hagtøl og enntá beinleiðis skeiv hagtøl verða brúkt til at seta Klaksvíkar Sjúkrahús í eitt ringt ljós í mun til Landssjúkrahúsið.

Sum ein av teimum, ið hevur fylgt føroyska sjúkrahúsverkinum seinastu árini, fekk eg eina lítla vón, tá ið tað frættist, at tveir útlendingar – ein úr Íslandi og ein úr Noregi – skuldu standa á odda fyri arbeiðnum at orða eina menningarætlan fyri tey trý sjúkrahúsini.

Klaksvíkar Sjúkrahús óhugnaliga mótstøðu

JógvanSkorheim-okt2015Í fleiri áratíggjur hava hagtøl og kanningar staðfest, at Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt væl virkandi og produktivt sjúkrahús, og fyri fáum árum síðan varð ein nøgdsemiskanning gjørd, sum gav Klaksvíkar Sjúkrahúsi besta skoðsmálið av teimum trimum sjúkrahúsunum.

Tí kann tað ikki annað enn undra og harma okkum, at serlæknar og ymsar læknaleiðslur á LS í fleiri áratíggjur á ymsan hátt hava roynt at niðurlaga Klaksvíkar Sjúkrahús – fyrst og fremst við at tosa niður á KS, við at blokera fyri samstarvi, við at nokta fyri at loyva sjálvsagdum tænastum á KS o.s.fr.

Ein fær ikki ta fatan, at serlæknarnir á LS ganga og hálsfevnast, men tað tykir mær, at teir kortini altíð megna at semjast um at vera ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

– – –

Men nú skuldu tveir útlendingar standa fyri hesari menningarætlanini, og tí fekk eg – sum sagt – eina lítla vón um, at nú fór at verða øðrvísið, nú fór úrslitið og niðurstøðurnar at verða óheftar, sakligar  og væl grundaðar.

Tíverri var mín optimisma ógvuliga skjótt gjørd syndarliga til skammar!

Duld hagtøl

Sum limur í politiska fylgibólkinum fyri hesa sonevndu menningarætlan havi eg eisini havt møguleikan at fylgt arbeiðnum og tilgongdini tætt, og fyri at siga sum er, so tænir tað, eg her havi sæð, ikki leiðsluni fyri hetta arbeiðið til heiður – tvørturímóti!

Meðan arbeiðið er farið fram, havi eg brúkt høvið at samskift við nøkur av umboðunum  fyri Klaksvíkar Sjúkrahús í ymsu arbeiðsbólkunum, sum veruliga hava gjørt ein innsats fyri at fáa tað best møguliga úrslitið í hesa menningarætlan.

Nú úrslitið fyriliggur, er mín greiða fatan tíverri, at dugnaligu umboðini frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi ikki kenna seg aftur í fleiri týðandi pørtum av álitinum. Teirra viðmerkingar eru snøgt sagt ikki hoyrdar, og enn meira álvarsamt er tað, at týðandi hagtøl um virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi simpulthen ikki verða tikin við í álitið – tey eru tøgd burtur!

20-túsund fólk vitja KS um árið

Sum limur í politiska fylgibólkinum havi eg eisini kunnað sæð tær ávegis skrivaðu útgávurnar av álitinum, so hvørt sum  arbeiðið er gingið.

Eitt nú kann eg upplýsa Føroya fólki, at upprunaliga vóru fleiri talvur um virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við, sum vísa tað stóra virksemi, sum fer fram har.

Her hugsi eg um talvur um tað ambulanta virksemið og um virksemið hjá røntgendeildini og á rannsóknarstovuni, sum vóru ógvuliga týðandi at hava við í álitinum, tí hesar høvdu givið

Føroya fólki kunnleika um veruleikan, sum er, at tað vitja nógv fólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Samlaða talið av vitjanum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi liggur nevniliga um 20000 fólk.

Men so hendir tað undrunarsama og ófrættakenda, at leiðslan fyri hetta arbeiðið av eini ella aðrari, mær ókendari orsøk at taka burtur hesi tølini! Orsøkina kunnu vit bara gita um, og tað er einki hugaligt og als ikki nøktandi.

Enntá eisini skeiv hagtøl

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur hesi seinastu árini (í 2013, 2014 og lutvíst í 2015) verið undir umbygging, og hetta hevur gjørt, at virksemið hesi árini hevur verið lægri enn tað vanliga. Sum eg dugi at síggja, so verður einki upplýst um hetta í álitinum. Tað er ein stórur feilur.

Heldur ikki faktuellu tølini fyri Klaksvíkar Sjúkrahús eru røtt. Millum annað eru hagtølini fyri kirurgisku deildina, deild A, ikki við fyri árini 2013, 2014 og lutvíst 2015.

Ein annar skeivleiki í hesum álitið kemst av skeivum og villleiðandi talvum og hagtølum, har eg havi varðhugan  av, at tølini fyri Landssjúkrahúsið eru betri (størri) enn veruleikin. Men tað ger kanska einki, tí tað styrkir jú bara um endamálið at sentralisera alt til Havnar?!

Hvør eigur dulda pennin?

Tað hendi nakað løgið og ófrættakent við hesum álitinum í seinastu løtu, tá ið tað bleiv umsett úr skandinaviskum til føroyskt, tí talan varð ikki bara um eina umseting. Tónin er ikki tann sami, nú føroyski pennurin er sloppin framat, og í støðum eisini um eina umskriving og broyting av týðandi niðurstøðum.

Hvat er hetta fyri ein arbeiðsháttur, og hvør eigur hendan dulda føroyska pennin?! Eg kann ikki prógva tað, men eitt og annað bendir á, at tað nú aftur er tann læknaliga leiðslan á LS, ella í serlæknafelagnum, sum er sloppin framat, tí nøkur av tingunum, sum eru komin við og eru broytt í sambandi við umsetingina, eru viðurskifti, sum nevndi bólkur hevur ført fram frammanundan.

Eg kann her bert nevna onkur dømi, so almenningurin fær at vita, at her ruggar ikki alt rætt:

 

  • Áðrenn føroysku umskrivingina stóð í álitinum, at tær tríggjar sjúkrahúsleiðslurnar í felag skuldu manna og skipa felags leiðsluna fyri alt sjúkrahúsverkið – nú er tað broytt.

 

  • Áðrenn føroysku umskrivingina stóð í álitinum, at viðgerðin av knø og mjødnum framvegis skuldu vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi – nú er tað broytt.

 

  • Áðrenn føroysku umskrivingina vóru orðingarnar ógvuliga rundar viðvíkjandi peningi til nýggjar læknar á LS, og um at seta útbúgvingar á stovn saman við donskum universiteti, men nú hesin føroyski pennurin slapp framat, er hetta alt blivið nógv meira ítøkiligt, og enntá eru neyvar upphæddir settar á.

Sum limur í politiska fylgibólkinum eri eg sostatt komin til ta niðurstøðu, at eitt annað álit er handað, enn tað, sum tey luttakandi fingu at gjøgnumganga og gera viðmerkingar til, áðrenn álitið varð lagt alment fram, og tí er ógvuliga torført at hava álit á hesum áliti um føroyska sjúkrahúsverkið!

Áheitan á landsstýriskvinnuna og Føroya Løgting

Vit eru sostatt enn einaferð endaði har, sum vit so mangan áður hava verið, at óheppin og ónøktandi arbeiðsháttur máar støðið undan álitinum á enn einum áliti um sjúkrahúsverkið, tá ið leiðslan fyri hetta arbeiðið loyvir og enntá brúkar órættar upplýsingar.

Eg fari tí at enda hesa grein við at senda eina inniliga áheitan á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu – ið eg kenni sum ein dugnaligan politikara, sum higartil hevur sýnt áhuga í øllum okkara landi – um at taka omanfyrinevndu, óhepnu viðurskifti í hesum áliti til álvarsama umhugsan, áðrenn nøkur avgerð verður tikin um hetta týðandi mál.

Tað er tó skjótt till, at ein landsstýriskvinna verður kroyst til óhepnar avgerðir, um viðkomandi – sum í hesum føri – verður útsett fyri massivari og einsíðugari ráðgeving, og tí vil eg at enda heita staðiliga á okkara høga Føroya Løgting um at fylgja hesum máli tætt, so lagnan hjá sjúkrahúsverki Føroya  ikki verður offur fyri støðutakanum, ið byggja á faktuelt skeiva og subjektiva ráðgeving.

 

Klaksvík, 30. juni 2016

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.