Home Fólk & Samfelag Tað vakra hugtekur øll

Tað vakra hugtekur øll

by OML

Røðan hjá Signhild V. Johannesen, forkvinna í stýrinum fyri grunnin Mentanarhúsið í Klaksvik.

Abbey Road í London, Broadway í New York og La Rambla í Barcelona eru allar kendar, áhugaverdar og forvitnisligar gøtur at vitja. Klaksvíksveg vilja vit í felag eisini seta á heimskortið.

Adressa nummar eitt her í býnum kemur í framtíðini at verða eitt stað, har klaksvíkingar, norðoyingar og føroyingar savnast til sjónleik, tónleik, list og onnur mentanarlig tiltøk.
Ein gevandi og spennandi tilgongd, sum byrjaði við keypi av Posthúsinum í oktobur 2013 og evnan av dreymaskjalinum í juni 2014.

Allir brúkararbólkar hava fingið høvi til at fáa sín tørv og ynskir við í byggiskránna. Við byggiskránni sum grundarlagi, hevur stýrið valt at bjóða fýra fyritøkum møguleikan til eina projektkapping.

Stýrið valdi eina dómsnevnd mannað av Karl Jakob Ósá tekninskum stjóra í Klaksvíkar kommunu, Selmar Nielsen arkitekti, Edward Fuglø listamanni, Signhild V. Johannesen forkvinnu í stýrinum, og Dáva Winther og Jóannes Petersen sum skrivarum.

Tey fýra innkomnu protjektini hava á hvør sín hátt loyst og lýst tørvin og tað arkitekttoniska í einum mentanarhúsi. Eitt mentanarhús sum, við tørvinum hjá Klaksvík, Norðoyggjum og fólkinum her býr fyri eyga, kann standa sum ein varði, ið samlar og flytur okkum sum samfelag fram við tíðini.

Tað vakra hugtekur øll, tí hevur eisini tað arkitektoniska í nýggja mentanarhúsinum, saman við tí funktionella ført okkum fram til hesa loysnina. Eina loysn har einstaklingar og feløg koma at trívast og mennast.

Ein avbjóðandi og spennandi tíð saman við áhugaverdum fólki er komin at enda. Vit hava í hvør sínum lagi lagt orku og vilja í projektið til gagns fyri framtíðar mentanarlívið í Klaksvík. Við teirri sanføring um at hetta protjektið, við nøkrum tillagingum, er tað, sum á besta hátt kann samla og mynda býin.

Vit vilja savnast í flokki, vit vilja verða ein partur av felagsskapinum, vit ynskja at seta hvørjum øðrum stevnu. Nú smáir neistar við mentaðaligum loga eru at hóma runt í býnum, er tíðin komin, at vit eisini hava eitt savningarstað, sum kann rúma mentanini og fólkinum her í býnum.

Einaferð sungu Frændur :

Eg gangi kendar gøtur,
og barnaminni vitjar meg,
tey kveikja eina farna tíð,
eg hugsi tí um teg.

Tí kunnu vit ikki annað enn fegnast saman, at vit í dag geva borgaranum eina framtíð, har umstøður at vaksa, skapa og vísa síni evnir, á einum kendi staði, í nýggjum hami, verða til staðar. Vit onnur fáa møguleikan at uppliva, njóta og sansa. Kósin er sett, vit hava sett málið, hvagar leiðin gongur, vit skula standa saman um mentanina, miðbýin og Klaksvík. Eitt felags andlit úteftir.
Fleiri myndir

 Kelda:klaksvik.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.