Home Ung & Ítróttur Altjóða festivalmatur við føroyskum íkasti á G!

Altjóða festivalmatur við føroyskum íkasti á G!

by OML

Á ársins G! Festivali 14. til 16. juli bjóðar festivalurin eina spildurnýggja matskrá, sum gevur mettuna, hitar kropnar kroppar og veitir orku allan festivalin á tamb.

Matskráin er sett saman við íblástri frá altjóða festivalum, men dentur er lagdur á at brúka føroyska dygdarvøru eisini. Á ársins G! Festivali fáa festivalgestirnir eina matskrá, sum stendur mát við tónleikaligu og mentanarligu upplivingina á G! Festivalinum.

Tóku atfinningarnar í álvara

G! festivalurin fekk nógvar atfinningar frá festivalfólkinum fyri matskránna í fjør og beinanvegin aftaná festivalin varð farið undir at menna nýggju matskránna. G! Festivalurin setti seg í samband við Gist og Vist, sum veitir matin, fyri at seta saman eina nýggja, nýhugsandi, altjóða og tó heimliga matskrá.

Nógv fólk koma saman á G! festivalinum, so avbjóðingarnar eru nógvar hjá teimum, sum skulu fóðra teimum túsundatals tónleikafjepparunum. Tað er avgerandi, at maturin er av góðari góðsku, at hann hitar kroppin, hann er orkuríkur og hann smakkar væl!

Íblásturin til uppskotið frá G! var altjóða heitið Street Food, sum júst trýstir á allar teir røttu knapparnar. Gist&Vist grundaði yvir uppskotið frá G! Festivalinum í nakrar mánaðir og sigast má, at teir eru komnir við einari festivalmatskrá, sum stendur mát uppá allar mátar.  Til fyrstu royndarsmakkingarnar varð borðreitt við indiskum høsnarunga, meksikanskum chili, fisk og kips og taco við føroyskum lambskjøti.

Umframt matskránna frá Gist&Vist, so fáast eisini føroyskir bestubitar í Hoyggjhúsinum, har kórið Eystanljóð aftur í  ár selir eitt nú drýl við skerpikjøti og rullupylsu, turran fisk og turra grind við spiki.

Samanumtikið leggur G! Festivalurin seg eftir at kela fyri oyrunum, fjálga um eyguni og veita orku og kærleika í búkin.

– Matskráin á G! gevir øllum møguleika fyri at fáa sær góðan, sunnan, heitan, stimbrandi og vælsmakkandi mat fyri ein rímiligan penga, sigur Fred Ruddick, tónleikasamskipari í G! Festivalinum.

G! Festivalurin

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.