Savnsmynd 24.fo

22 juni 2016 handaði Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini, Høgna Hoydal, landsstýrismanni, teirra tilmæli um fiskidagar 2016/2017.

Tilmælið frá Fiskidaganevndini kann lesast her.

Skjal 1.

Skjal 2.

Brot úr frágreiðingini

Føroyska fiskivinnan a sjogvi hevur verið fyri heilt sto rum broytingum seinastu a rini. Talið av fiskiskipum og -ba tum er minkað við 60% seinastu 8 a rini og talið av monnum og kvinnum, sum hava sí tt yrki a sjo num sum fiskafo lk er støðugt minkað. I januar 2016 vo ru tað umleið 1.440 menn og kvinnur sum vo ru skra sett at hava fiskiskap sum sí na høvuðsinntøku (Hagstova Føroya). Hetta er ein sto r minking í mun til t.d. seinnu helvt av 1980- a runum, ta fleiri enn 3.000 fo lk høvdu fiskiskap sum sí na høvuðsinntøku, og miðskeiðis í 2000- a runum, ta fleiri enn 2.500 fo lk høvdu hesa vinnu sum sí na høvuðsinntøku.

2.1. Færri skip, færri dagar, færri økir og minni roynd Fiskidagaskipanin er ein sokallað effort skipan, tað vil siga ein skipan, sum er grundað á “innsatsin”, tvs. grundað á hvussu nógv skip (stødd av skipum og reiðskapur) og hvussu nógvir fiskidagar eru virknir í skipanini. Í stuttum kann sigast: Jú, fleiri skip til fiskiskap, jú størri er “innsatsurin”, og jú færri skip, jú minni er “innsatsturin”; og er hetta kjarnin í sjálvari Fiskidagaskipanini.

Ein annar týðandi partur av stýringsamboðunum í Fiskidagaskipanini er skipanin við avmarkingum í atgongd til fiskiskap á ymsu leiðinum á landgrunninum (innanfyri 100 favnar). Hendan avmarkingin er skipað við árligum friðingum í styttri og longri tíðarskeið. Friðingarnar eru bæði fyri ymiskum reiðskapi og ymiskum skipastøddum. Harumframt eru nógv økir eisini friðaði í samband við gýting, sokallaðu gýtingarfriðingarnar, í vártíðini.

Síðani Fiskidagaskipanin varð sett í gildið í 1996/97 eru sera nógvar og víttfevnandi broytingar og tillagingar farnar fram. Fiskiflotin á botnfiskaveiðu undir Føroyum er nógv broyttur (flotin er minkað3ur heilt nógv), samstundis sum talið av friðingum er nógv víðkað. Harumframt er fiskidagatalið meiri enn hálverað síðani skipanin varð sett í gildið.

Við øðrum orðum er innsatsurin, bæði tal av skipum og bátum og tal av døgum, minkaður nógv seinastu 20 árini, samstundis sum økini, sum fiskast kann á hava verið fyri munandi minking.

Absalon í Buð - Mynd 24.fo
Absalon í Buð – Mynd 24.fo

Bara 72 skip og bátar í vinnu!

Fyri smáum 10 árum síðani, fiskiárið 2006/2007, vóru útskrivaði tilsamans 603 fiskiloyvir til fiskiskip og bátar (bólkarnar 2 til og við 5B), ið virkaðu undir Fiskidagaskipanini. Verður bólkur 5B, sum einamest fevnir um frítíðarfiskarar, tikin burturúr, so var talið 247 loyvir.

Hetta fiskiárið, 2015/2016, eru tað útskrivaði 382 fiskiloyvir til skip og bátar í bólkunum 2 til og við 5B. Verður bólkur 5B tikin burtúr, so eru tað hetta fiskiárið útskrivaði 102 fiskiloyvir til vinnuliga rikin fiskifør eftir botnfiski undir Føroyum. Talan er sostatt um minking á umleið 60% í 9-10 ár.

Av teimum 102 fiskiloyvunum, sum eru útskrivaði hetta fiskiárið, eru bara 72 skip og bátar í vinnu.

Innsatsurin, tá umræður talinum av skipum og bátum, er sostatt metlágur í mun til tá Fiskidagaskipanin kom í 1996/1997.

Fleiri enn 25.000 fiskidagar tiknir úr skipanini !

Fyrsta árið undir Fiskidagaskipanini var dagatalið ásett til at verða 43.858 fiskidagar (49.858 fiskidagar í eitt 15 mánaðarskeið) til skip og bátar í bólkunum 2 til og við 5B. Lemmatrolarar, sum tá vóru í bólki 1, vóru ikki við í Fiskidagaskipanini, men royndu tá í miðal í umleið 270 dagar um árið. Tey 13 skipini í bólki 1 fiskaðu tá tilsamans í umleið 3.510 dagar, og var fiskidagatalið í 1996/1997 sostatt smáar 47.400 dagar.

Fiskiárið 2015/2016 var fiskidagatalið ásett til at verða 22.182 fiskidagar, ella góðar 25.000 fiskidagar færri enn í 1996/1997. Í miðal eru tað hvørt ár tiknir smáir 1.200 fiskidagar úr skipanini, síðani Fiskidagaskipanin sá dagsins ljós.

Innsatsurin, tá umræður talinum av fiskidøgum, er sostatt eisini metlágur í mun til tá Fiskidagaskipanin kom í 1996/1997.

Nógv minni roynd!

Toskur-myndVerður hugt eftir fiskiskapinum undir Føroyum hetta fiskiárið, so hevur tað hetta árið ikki verið nógv roynd undir Føroyum. Ein vanligan fiskidag hava tað í miðal verið 25,71 fiskiskip og -útróðrarbátar til fiskiskap.

Verður hugt eftir teimum ymisku bólkunum, so var hetta talið av skipum, sum var til fiskiskap “ein vanligan dag” í tíðarskeiðinum frá 1. sept. 2015 til 20. juni 2016.

Tal av skipum, sum eru til fiskiskap undir Føroyum “ein vanligan dag” í miðal fyri fiskiárið 2015/2016

  • 14,10 trolarar í bólki 2
  • 4,32 línuskip í bólki 3
  • 0,66 útróðrarbátar í bólki 4A
  • 1,89 útróðrarbátar í bólki 4B
  • 2,50 trolbátar í bólki 4T
  • 2,24 útróðrarbátar í bólki 5A
  • 25,71 skip og bátar tilsamans

Innsatsurin, tá umræður roynd undir Føroyum, er sostatt eisini metlágur, tá samanborið verður við t.d. 2000 og 2001, tá metnógv skip vóru í vinnu og metnógvir fiskidagar vórðu brúktir.

Nógvar friðingar

Eitt er, at innsatsurin – tvs. talið av fiskiskipum og -bátum í vinnu, og talið av útskrivaðum fiskidøgum – er metlágur í mun til fyri 20 árum síðani, men harumframt eru tað hetta tíðarskeiðið eisini framdar stórar økingar í friðingunum á landgrunninum.

Friðingar:

  •  Umleið 50% av landgrunninum uttanfyri 12 fjórðingar er friðaður fyri trolveiðu ein part av árinum ella alt árið.
  •  Ein stórur partur av landleiðini innanfyri 12 fjórðingar er friðað fyri húk partar av árinum.
  •  Øll landleiðin innanfyri 12 fjórðingar er friðað fyri trolveiðu alt árið, undantikið 3 mánaðir um summarið, tá trolbátar sleppa at royna á pørtum á landleiðini eftir flatfiski, við uppíblandi av toski og hýsu á hægst 35%. Trolbátar kunnu tó ikki royna innanfyri 6 fjórðingar.
  •  Ein munandi partur av landleiðini er friðað fyri allari veiðu partar av árinum.
  •  Friðaðu leiðirnar eru øktar úr 10% av landgrunninum í 1990, til umleið 37,5% í 1994, til meiri enn 50% í 2015.
  •  Føroya Banki hevur verið friðaður fyri allari veiðu síðani 2008, við undantøku av nøkrum fáum fiskidøgum til útróðrarbátar í bólki 5A um summarið.

Samanumtikið

Samanumtikið eru tað farnar fram heilt stórar broytingar tey gott 20 árini Fiskidagaskipanimn hevur virkað. Stórar minkingar eru í innsatsinum (tal av skipum og bátum og tal av fiskidøgum), og av somu orsøk er royndin minkað heilt nógv. Harumframt eru møguleikarnir hjá skipum og bátum nógv avmarkaðir av friðaðum økjum. Fiskidaganevndin er av teirri greiðu fatan, at verandi innsatsur ikki ávirkar botnfiskastovnarnir undir Føroyum skeiva vegin.

Les meira á fisk.fo ella her: http://cdn.lms.fo/media/8229/tilm-fiskidaganevnd-2016.pdf

kelda: fisk.fo Myndir 24.fo