Home Fólk & Samfelag Cheerleaders ella vánaligir journalistar

Cheerleaders ella vánaligir journalistar

by OML

KVF skilst lurta væl eftir R7, um vit brúka vaksandi títtleikan av viðmerkingum sum barometur. Lurtaratalið hjá R7 á netinum sigst verða tvífalda síðan ársbyrjan, so tað er væl skiljandi at tey í KVF eisini lurta. Eisini sigst R7 servisera 50% av fólkinum fyri 1/50 part av tí aðrir brúka.

eivind-r7-2016Einaferð varð sagt at R7 ger Kringvarpið betri. Men tað er neyvan nóg mikið til at loysa allan trupulleikan. Tí havi eg ómaka mær, at skera trupulleikan út í papp og kalla ein spaka fyri ein spaka.

Umleið 50% av fólkinum halda, at journalistarnir eru vánaligir ella verri enn tað. Stórsti parturin av teimum, sum hava positiva meining, um journalistiska partin í KVF eru tey, sum ikki síggja nakað galið í at KVF journalistar eru Cheerleaders hjá sitandi samgongu. Draga vit hesi frá, eru tað ómetaliga fá, sum meta at KVF ger eitt gott journalistist arbeiði. Kanska 10-20%

Tað er ein trupulleiki, sum langt síðan átti at verið loystur.

Vit hoyra og síggja sjálvandi journalistar, sum samstundis eru tey á niðasta trapputrini á einari langari trappu. Um vit fara uppeftir, so síggja vit Leiðslu í KVF, Kringvarpsstýri, Embætisfólk í MMR, Aðalstjóra, Landsstýriskvinnu og tá støðan er so vánalig sum hon er, noyðast vit at umhugsa um Løgmaður og kanska eisini løgting og palliba eisini hava eitt trin á hesari sera longu trappu.

Ein sending, framleidd av KVF hevur júst verið í DR. Í sendingini var ábyrdin plasera hjá stjóranum, meðan nevndin, sum er yvir stjóranum, spældi rættuliga frí. Út frá hesum logikki hevði svarið uppá trupulleikarnar í KVF verið einfalt. Journalistarnir í KVF eru ódugnaligir og rótin til alt ilt.

Men hyggja vit eftir, hvør er stevndur í rættarmálinum, so síggja vit, at Finansiel Stabilitet plaserar ábyrgd ovast á trappuni og ikki niðast. Soleiðis eigur tað at verða. Og soleiðis er tað vanliga. Onkuntíð eru tey, sum áttu at bestemma ókompetent og úrslitið er hareftir.

The Buck stops here[1]

Landsstýrissessurin í MMR hevur í nógv ár verið ein uriaspostur. Næstseinasti ministari var ikki afturvaldur. Seinasti brúkti mest krút uppá mál, sum hoyrdu heima í øðrum ministerium, men høvdu tídning í lokal økinum, har landsstýrismaðurin býr. Tað var kanska orsøkin til at hann ikki misti enn fleiri atkvøður.

Núverðandi ministari hevur sitið stutt, men hevur klára seg munandi verri enn næstseinasti ministari. Dugi ikki at síggja, at vit kunnu vænta nakað skilagott frá ministaranum. Men tað er her ábyrgdin skal placerast. Ministarin er ovastur í hesari valdspyramidu.

Ministarin hevur ábyrdina, um aðalstjórin ikki ger eitt gott arbeiði. Aðalstjórin arbeiður mest sum brandmajorur ella eldsløkkjari. Tað er eingin orsøk at halda, at hann røkir sína uppgávu til UG.

Embætisfólkini undir aðalstjóranum imponera heldur ikki.

KVF stýri er ein katastrofa. Har hoyrist onki. Sjálvt í KVF skilja tey ikki hvat stýrið ger. Og orsøkin til atgerðarloysi er ikki manglandi samsýning. Hon er nevniliga skilaleysa høg og minnist meg rætt, ásetur stýrið egna samsýning og kann onkur roknast at fáa kr. 18.000 pr. fund.

Leiðslan í KVF situr hendur í favn. Vit hvørki síggja ella hoyra tey gera nakað. Staðfestast má, at antin hevur leiðslan ikki tamarhald á støðuni ella eisini heldur leiðslan at alt er í lagið. Hvat av hesum er verri er líka mikið.

Mentanardeildin hevur virðing millum manna. Men tað hevur tíðindadeildin ikki. Og tað kann eingin leiðsla verða nøgd við. Og meðan vit bíða til onkur skilur álvaran, versnar støðan fyri hvønn dag.

Tí er neyðugt, at landsstýriskvinnan, sum situr á ”ovasta trapputrini” ger tað, sum er neyðugt. Og t.v.s. at hon skal verða til reiðar at skriva uppsagnarskriv. Hjá tí almenna er lógarbundi at tosa fyrst. Men støðan er so vánalig, at tað er órealistist at halda at fundir røkka málinum. Tað er órealistiskt at halda at sitandi persónar megna at skapa álit og tí slepst neyvan undan onkrari uppsøgn. Í tí privata hevði støðan ikki verið komin so langt.

Avleiðingin av atgerðarloysi er einføld. Vit kunnu longu nú staðfesta, at støðan stendur við og versnar. Og soleiðis hevur tað verið í áravís.

Hvussu kann nakar journalistur við virðing fyri sær sjálvum og sínum arbeiði verða stoltur av hesum?

Men hvat skulu teir neyðars journalistar gera? Tað er jú púra legitimt at ákæra journalistar í KVF fyri at verða partískar og annars gera eitt vánaligt arbeiði. Úrslitið er longu nú, at journalistar einans tosa við tey samsintu og royna so at billa hvørjum øðrum inn, at teir gera eitt gott arbeiði, hóast teir dagliga fáa at vita, at nógv halda lítið um teirra avrik.

Í gomlum døgum, vóru journalistar í KVF mettir at verða óførir og trúvirði segðist verða sera gott. Soleiðis er ikki í dag. Orsøkin er ikki, at journalistarnir í dag duga tilsvarandi verri enn fyrr. Tey sum sita ovast á trappuni røkja ikki sínar skyldur. Tey hyggja at, meðan alt sum fyrr var gott, fer í órøkt. Eingin rættar kós. Skútan fer spakuliga av kós. Fyri hvønn dag fer skútan longur og longur av kós.

Journalistarnir síggja sjálvandi ongan mun. Dagliga broytingin er lítil. Vit gera júst sum vit altíð hava gjørt. Fyrst verður lukka av fyri øllum kritikki.  Síðan er álop besta verja. Alt meðan skútan fer enn longur av kós.

Avleiðingin av hesum er, at nýggj starvsfólk ikki mennast og blíva betri. Sannlíkt er, at bestu journalistarnir søkja starv í tí privata og tey sum søkja starv í KVF kunnu væntast at verða úr verra endanum. Avleiðingin av hesum er, at miðal kvaliteturin lækkar. Hetta vildi verið ein nátúrlig og sjálvsøgd avleiðing, sum samstundis legitimerar at palliba missur alla virðing fyri journalistiska partinum av KVF.

Til seinast er eingin kvalitetur eftir. Og tá síggja øll tað skilagóða í at avtaka stovnin.

Tað eru hvørki journalistar ella tíðindaleiðari, sum hava ábyrdina av hesum. Tey eru eitt produkt av einari skipan, sum tey lítla og onga ávirkan hava á. Einari skipan við óbrúkiligari manning á ovaru trapputrinunum.

Í løtuni gjalda journalistar í KVF  og KVF sum stovnur ein sera høgan prís fyri at tey, sum sita omanfyri í skipanini misrøkja sína simplu plikt.

Og eg vænti ikki at sitandi ministari, heldur enn báðir undanfarnu, hevur førleikarnar, sum skulu til fyri at loysa trupulleikan.

Vit kunnu so spáa um nær dagurin kemur, har øll síggja tað skilagóða í at lukka lortið. Um tú hevur eitt boð uppá nær tað verður, kanst tú siga ministaranum frá. N.B. Ikki ringja!  SMSa

Eivind Jacobsen

Strendur

 

[1] Harry S Truman, Amerikanskur forseti hevði eitt skelti við hesum orðum á skriviborðinum. Leysliga umsett: Endaliga ábyrgdin er mín.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.