Home Fólk & Samfelag Sambýlið á Blikagøtu í Runavík latið upp

Sambýlið á Blikagøtu í Runavík latið upp

by OML

Stórfingin móttøka á Sambýlinum á Blikagøtu í Runavík, sum nú er klárt at flyta inn í. Í sambýlinum eru 12 íbúðir til fólk við menningartarn og rørslutarn, umframt felagsøkir.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna helt í hesum sambandi niðanfyri standandi røðu. Eisini hildu Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri røðu, umframt at Elin Løkin sang nakrar sangir. Nógv fólk vóru komin til móttøkuna, niðanfyri eru nakrar myndir frá móttøkuni.

***

Góðu búfólk, góðu foreldur og avvarðandi, leiðsla og starvsfólk og góðu gestir

Í dag er ein stórur dagur. Ein dagur, sum nógv hava glett seg til. Serliga tit, sum nú fara at flyta í hetta nýggja sambýli, og foreldur og avvarðandi tykkara, hava glett tykkum til henda dag. Eisini leiðsla og starvsfólk, sum fara at starvast her, hava bíða spent eftir, at sambýli skuldi verða klárt at taka í nýtslu.

Og nú standa vit so her – í hesum nýggja, snotiliga sambýlinum, sum er bygt til endamálið og eftir tørvinum hjá tykkum, sum fara at búgva her. Og tað er sanniliga ein góð kensla!

Seinnu árini hava vit tilvitað lagt okkum eftir at byggja nýggjar bygningar, heldur enn at umvæla eldri hús. Byggingin byggir á tankan um inklusión – at bústaðir verða bygdir í bygdum øki, tí aðalmálið er, at rúm skal vera fyri øllum. Áhugamál og tørvur hjá øllum borgarum skulu síggjast aftur í byggingini, og hædd er tikin fyri at ymisk fólk, sum hava ymiskan tørv, búgva saman, lið um lið. Dentur er lagdur á at byggja bústaðir, sum geva góðar og virðiligar karmar. Hetta er eitt stórt framstig, og eg gleðist saman við tykkum um, at tit loksins fáa góðar og virðiligar umstøður.

Leingi hevur verið bíða eftir tykkara bústaðir, og tit hava verið tolin. Nú klárt er at flyta inn, er ein gleðisdagur, og eg ivist onga løtu í, at tit fara at trívast væl í nýggja heimi tykkara.

Tá avgerðin varð tikin um at byggja hetta sambýlið, varð leitað í allari Eysturoynni eftir best hóskandi staðseting. Valið fall á hetta staðið, tí mett var, at hetta var besta staðsetingin. Eg fari í hesum sambandi at takka Runavíkar kommunu fyri vælvild, sum kommunan hevur víst í hesi tilgongdini.

Ikki kann sigast annað enn at komið er væl frá verkætlanini. At byggja bygningar er eitt – at byggja eitt heim, er nakað annað. Heimið er tann trygga havnin, har tú sleppur at vera tú, í tann mun førleikin er til tað og staðið, har tú kennir ábyrgd og hevur avgerðarrætt. Skal tað eydnast at skapa eitt heim, er neyðugt, at bæði fakfólk, myndugleikar og brúkarar samstarva og eru við í allari tilgongdini. Og soleiðis hevur verið í hesi verkætlan. Vit hava bygt eitt sambýli, og nú er avbjóðingin, at tit sum flyta inn, fara at fella væl til og fara kenna tykkum heima her. Tað bæði vænti og vóni eg.

Nøkur tykkara, sum hava fingið bústað her, koma av øðrum stovni, men fyri flest  tykkara er hetta fyrstu ferð, at tit hava fingið tykkara egna bústað. Hjá tykkum er talan um, at tit fyri fyrstu ferð eru flutt heimanífrá. Nú skulu tit ikki longur búgva heima hjá avvarðandi, men skulu skapa tykkara egnað heim her á Blikagøtu.

Tá er gott at hava góð starvsfólk um seg – og tað hava tit! Starvsfólk, sum kunnu leggja lag á og hjálpa tykkum, soleiðis at nýggja íbúðin ikki bert verður ein bústaður, men eitt veruligt heim, har tit kunnu virka og trívast í.

Eg fari at enda at takka øllum tykkum, sum hava verið við til at gjørt henda dreym til veruleika. Tit, sum hava sitið í bygginevndini – umboð frá Almannamálaráðnum, Almannaverkinum, MBF og Javna – fari eg at takka fyri, at tit við tykkara innliti og royndum hava gjørt eitt stórt arbeiði at fyrireika byggingina. Samstundis fari eg at takka Landsverk fyri holla ráðgeving til bygginevndina og arbeiðið, sum byggiharri. Eisini takki eg ráðgevarar og arkitektar: Kontrast, LBF og Sofus M. Jacobsen fyri at hava skapað og teknað sambýlið. Og Kanjon fyri tykkara lut sum arbeiðstakari og hava staðið fyri byggingini og allar undirveitarar takki eg fyri væl úr hondum greitt og flott handverk.

Eg fari eisini at takka Løgtinginum og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild og fyri vælvilja at játta pening til verkætlanina. Og Runavíkar kommuna fær eina serliga tøkk fyri sín virkna leiklut í fyrireikingararbeiðinum. Og øllum tykkum, sum hava havt ein virkan leiklut í at fáa hesa verkætlan gjøgnumførda, takki eg hjartaliga.

At enda fari eg at ynskja tykkum búfólkum, starvsfólkum og leiðslu til lukku og góðan byr her í Blikagøtu.

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.