24.FO
Home Tíðindir Undirveitari til Glasir farin á húsagang

Undirveitari til Glasir farin á húsagang

kelda:lv.fo

Ein undirveitari hjá donsku arkitektafyritøkuni BIG, sum hevur teknað og er heildarráðgevi í sambandi við Skúladepilin við Marknagil, er farin av knóranum. Enn ber ikki til at siga, um hetta fær nakra ávirkan á byggingina av Glasi, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2017.

Danska ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan, Lemming & Eriksson, ið er partur av stóru byggiverkætlanini við Marknagil, sum danska arkitektafyritøkan Bjarke Ingels Group, BIG, hevur teknað og er heildarráðgevi á, er farin á húsagang.

Hvørt hetta fær avleiðingar fyri sjálva byggingina ella ikki, er enn ikki heilt greitt. Lemming & Eriksson, ið gjørdi nógv umrødda roknifeilin í berandi kontruktiónini av skúladeplinum, er undirveitari hjá høvuðsráðgevanum, BIG, og tí er tað uppgávan hjá BIG at loysa møguligar trupulleikar, sum kunnu standast av, at áðurnevndi undirveitari ikki longur kann vera partur verkætlanini.

Sum kunnugt er Glasir nýggi miðnámsskúlin í Havn, ið fer at avloysa Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska Skúla í høvuðsstaðnum.

Skúlin er nú komin upp í fulla hædd, og í løtuni verður dekk lagt yvir 6. hædd, sum er ovasta hæddin í bygninginum. Somuleiðis er gongd komin á arbeiðið við at gera fasadu.

Glasir skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan næsta ár.

- Advertisment -

Most Popular

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Klaksvíkar kommuna og framtíðin

- rakstur, íløgur og langtíðarætlanir  Vinnuligur framburður við treystum íløguhugi í vinnuna hava skapt og skapa framvegis stóra framgongd í Klaksvík. Søgan vísir okkum á...

Føroyingar fáa CPR-nummar

Landsstýrið fer bæði at gera tað smidligari at samskifta við danskar myndugleikar og fáa atgongd til danskar skipanir. Í næstum verður eitt uppskot latið...

Seneste kommentarer