Home Heim & Frítíð Dansin við í skjáttuni

Dansin við í skjáttuni

by OML

Cecile Mortensen, sum vanliga býr í Fraklandi hevur brúkt seinasta árið í Klaksvík, har hon er vorðin ein fastur partur av gerandisdegnum í føroyska samfelagnum.

Í fjør kom franska Cecile, saman við sínum føroyska manni, Jóhannes, og børnum til Føroya úr Fraklandi, har tey virka sum trúboðarar. Tey komu til Klaksvíkar, tí tey sum familja vildu sleppa at uppliva heimstaðin og tað umhvørvi, sum Jóhannes er uppvaksin í, og Cecile hevur fingið heilt nógv burturúr tíðini í Føroyum.

Ígjøgnum sjálvbodnu skipanina, sum er partur av integratiónspolitikkinum í Klaksvíkar kommunu, hevur Cecile starvast sjálvboðin í ansingarstovninum Fjallafípuni. Síðani starvstíðin var av seint í fjør, hevur hon havt dansifrálæru

– Ætlanin var mest at læra føroyska málið og arbeiða við børnunum, so eg væntaði slettis ikki, at eg fór at hava so nógv at gera við dansifrálæruni, sigur Cecile Mortensen, sum nú undirvísir í dansi tríggjar til fýra ferðir um vikuna.

Í tríggjar mánaðar arbeiddi Cecile sjálvboðin á stovninum tríggjar dagar um vikuna. Eftir fyrstu tíðina í Fjallafípuni funnu hini starvsfólkini útav, at Cecile hevur útbúgving innan dansifrálæru, og tí komu dansitímar í lag á ymsum dagansingarstovnum í kommununi.

– Sjálvbodna arbeiðið hevur givið mær so nógv, sigur Cecile. – Eg havi bæði lært føroyska málið og eina rúgvu um føroyska mentan, men harafturat eri eg eisini komin í samband við nógvar føroyingar, sum hava tikið væl ímóti mær. Og nú eri eg so eisini sloppin at brúkt mínar førleikar innan dans, og tað er meira, enn eg tordi at vóna, áðrenn eg kom til Føroya, sigur Cecile, sum samanumtikið er ovurfegin um møguleikan at undirvísa børnunum í dansi.

Leiðarin í Barnahúsinum Margit, sum eisini varðar av Fjallafípuni – Ann Mari Kjølbro, fegnast somuleiðis um samstarvið við Cecile.

– Vit hildu tað liggja til høgra beinið at heita á Cecile um at hava dansifrálæru á ymiskum dagstovnum her í Klaksvík, sigur Ann Mari. Hon leggur afturat, at dagstovnarnir í kommununi í 2016 seta sjóneykuna á list og kreativitetin hjá børnunum. – Tí var tað eitt frálíkt høvi at lata Cecile skipa fyri dansitímum, har børnini sleppa at royna seg við dansi sum listagrein, sigur Ann Mari Kjølbro, leiðari.

Integratiónspolitikkurin gevur úrslit
Sjálvbodna arbeiðsskipanin er sum nevnt eitt átak, sum er sprottið úr integratiónspolitikkinum, sum Klaksvíkar kommuna samtykti fyri einum ári síðani í mai 2015. Talan er um fyrsta orðaða integratiónspolitikkin í Føroyum og endamálið er at betra um integratiónina hjá tilflytarum, umframt at geva tilflytarum og lokalum føroyingum møguleikan fyri at læra av hvørjum øðrum. Jógvan Skorheim, borgarstjóri fegnast um, at integratiónspolitikkurin longu hevur kastað fleiri ítøkilig góð úrslit av sær.

– Eitt av høvuðsendamálunum við integratiónspolitikkinum er geva tilflytarum møguleika fyri at gera seg galdandi í samfelagnum, og vit hava longu fleiri sólskinssøgur í Klaksvík um tilflytarar, sum hava tikið av møguleikanum um at gera seg galdandi. Cecile og hennara dansitímar eru enn eitt frálíkt dømi um, hvussu nógv gott kann spretta burturúr hesum integratiónsátøkunum, har føroyska mentanin kemur í samband við aðrar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Cecile og familjan venda aftur til Fraklands og trúboðaraarbeiðið í komandi mánaði.

Kelda: Klaksvik.fo 02-05-2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.