Home Tíðindir BankNordik ásetur nýggj mál fyri 2020

BankNordik ásetur nýggj mál fyri 2020

by OML

Gott rakstrarúrslit í 1. ársfjórðingi 2016 -Høvuðstættir úr roknskapinum hjá BankNordik fyri 1. ársfjórðing 2016:

 (Um ikki annað er viðmerkt, eru tølini niðanfyri javnað fyri virksemið í íslendska tryggingarfelagnum Vørði, ið heldur uppat)

BankNordik Amager mynd 24.FO

BankNordik Amager mynd 24.FO

Gongdin innan kjarnuvirksemi bankans er góð

  • Rakstrarúrslitið hjá BankNordik í 1. ársfjórðingi 2016 var 50 mió. kr. Hetta er ein framgongd á 27 mió. kr. (+116%) samanborið við 1. ársfjórðing 2015.
    • Rentuinntøkurnar lækkaðu við 7 mió. kr. samanborið  við árið fyri. Orsøkin er trýstið á rentumarginalin, avtøkan av danska vinnukundavirkseminum umframt lægri inntøkur frá íløguvirksemi bankans.
    • Inntøkurnar frá tænastugjøldum lækkaðu við 10 mio. kr. orsakað av minni kundavirksemi í 1. ársfjórðingi 2016 samanborið við lutfalsliga stórt virksemi sama tíðarskeið í fjør.
    • Inntøkurnar frá tryggingarvirksemi hækkaðu við 8 mió. kr. í fyrsta ársfjórðingi 2016 orsakað av færri skaðum.
    • Rakstrarútreiðslurnar lækkaðu við 10 mió. kr. úr 127 mió. kr., sum er í samsvari við tillagingarnar í kjarnuvirksemi samtaksins. Starvsfólkatalið er lækkað við 27 starvsfólkum samanborið við 31. mars 2015.
    • BankNordik førdi aftur niðurskrivingar fyri 1 mió. kr. í fyrsta ársfjórðingi 2016 samanborið við netto 20 mió. kr. í fyrsta ársfjórðingi 2015.
  • Úrslitið áðrenn skatt í ársins fyrsta ársfjórðingi var 25 mió. kr. samanborið við 61 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Tá er virksemi bankans í Vørði, ið ikki heldur fram, talt uppí.
    • Ikki afturvendandi útreiðslurnar í fyrsta ársfjórðingi 2016 vóru 12 mió. kr. samanborið við 0 mió. kr. í fjør. Útreiðslurnar fevna um fráfaringarsamsýningar í sambandi við bygnaðarbroytingarnar, ið vórðu framdar fyri kortum.
    • Útreiðslurnar í  sambandi við virðisjavna vóru 3 mió. kr. samanborið við fyrsta ársfjórðing 2015, tá hetta var ein inntøka á 34 mió. kr.

”Avtøkan av danska vinnukundavirkseminum gongur eftir ætlan. Vinnuútlánini í Danmark minkaðu í 1. ársfjórðingi við nærum 520 mió. kr., og mátað eftir bókaða virðinum verða væntandi umleið tveir triðingar av danska vinnukundavirkseminum avtiknir áðrenn juli í ár. Nettorentuinntøkurnar eru bert í lítlan mun ávirkaðar av avtøkuni av danska vinnukundavirkseminum, av tí at meginparturin av avtøkuni varð framdur í mars”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

”Vit eru nøgd við úrslitið áðrenn niðurskrivingar, sum er á sama stigi sum undanfarnu ársfjórðingar, samstundis sum niðurskrivingarnar á útlánum eru sera lágar. Umframt tillagingarnar í danska virkseminum hava vit í 1. ársfjórðingi sett í verk tey tiltøk, sum vit áður hava boðað frá. Sostatt hava vit nú minkað deildarnetið í Jútlandi úr seks deildum til fýra sterkari deildir, og samstundis gongur miðsavningin av fyrisitingarligu eindunum í Føroyum eftir ætlan. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í fyrra hálvári 2016.”

Gongdin í ársfjórðingunum framhaldandi góð

  • BankNordik betraði rakstrarúrslitið við 14 mió. kr. samanborið við 4. ársfjórðing 2015.
    • Nettorentuinntøkurnar hækkaðu í 1. ársfjórðingi 2016 við 2 mió. kr. samanborið við 4. ársfjórðing 2015, lutvíst orsakað av lægri innlánsrentum. Avtøkan av vinnuligu lánunum í Danmark fór í stórstan mun fram í mars og hevur tískil ikki fingið fulla ávirkan enn.
    • Inntøkurnar frá tænastugjøldum lækkaðu við 7 mió. kr. samanborið við 4. ársfjórðing 2015, orsakað av minni kundavirksemi í tíðarskeiðnum og árstíðarbundnum sveiggjum.
    • Inntøkurnar frá tryggingarvirksemi vóru óbroyttar samanborið við 4. ársfjórðing 2015.
    • Rakstrarútreiðslurnar minkaðu við 5 mió. kr. úr 122 mió. kr.
    • Niðurskrivingar á útlánum lækkaðu við 12 mió. kr. úr 11 mió. kr. í 4. ársfjórðingi 2015.
  • Úrslitið áðrenn skatt og við virkseminum í Vørði, ið ikki heldur fram, var 25 mió. kr. í 1. ársfjórðingi 2016 samanborið við -447 mió. kr. í 4. ársfjórðingi 2015.
    • Eingin goodwill-niðurskriving var í 1. ársfjórðingi 2016, meðan ein serlig goodwill-niðurskriving á 468 mió. kr. varð framd í 4. ársfjórðingi 2015.
    • Ikki afturvendandi útreiðslur vóru 12 mió. kr. í 1. ársfjórðingi 2016 samanborið við 29 mió. kr. í 4. ársfjórðingi 2015.
    • Virðisjavni var ein útreiðsla á 3 mió. kr. í 1. ársfjórðingi 2016 samanborið við 4 mió. kr. í 4. ársfjórðingi 2015.

Sølan av Vørði

Eftir áheitan frá íslendska tjóðbankanum eru Arion Banki og BankNordik komnir ásamt um at gera eina broyting í treytaðu søluavtaluni viðvíkjandi søluni av partabrøvunum í Vørði. Keypið verður avroknað í íslendskum krónum –  ikki í evrum – og sølan fer ikki fram í fleiri umførum, men fer ístaðin at fevna um øll Vørður-partabrøvini í einum.

Keypsprísurin fyri øll partabrøvini hjá BankNordik í Vørður-samtakinum er 5,3 mia. íslendskar krónur, sum væntandi fer at hava við sær ein staðfestan vinning á umleið 60 mió. kr. Umframt keypsupphæddina væntar BankNordik at fáa ein part av inntøkunum hjá Vørður-samtakinum fyri 2015.

Sum áður fráboðað er tað ætlanin hjá nevnd bankans at útgjalda vinningsbýti, sum svarar til økta kjarnukapitalin, sum stavar frá søluni av Vørði. Bankin væntar framvegis, at ein tílík øking frá søluni av øllum partabrøvunum í Vørði fer at vera minst 100 mió. kr.

BankNordik miðar ímóti at fremja søluna í fyrra hálvári 2016 treytað av góðkenning frá íslendsku myndugleikunum.

Langtíðarmál

Samtakið hevur ásett nýggj fíggjarlig mál fyri 2020. Umframt galdandi mál um ein solvens á 16,5% og eitt veruligt kjarnukapitalprosent á 13% eru mál eisini ásett um eginpeningsavkast á 10% og eitt lutfall millum rakstrarútreiðslur og rakstrarinntøkur á 62%.

”Málini lýsa okkara ætlan um støðugt at økja virkisførið í BankNordik, og at vit miðvíst leggja okkum eftir at skapa hóvligan langtíðarvøkstur til tess at tryggja okkara íleggjarum eitt støðugt og gott avkast. Tiltøkini, sum vit hava sett út í kortið, og sum eru grundarlagið undir okkara fráboðaðu málum, skulu vera við til at skipa bankan einfaldari og framvegis styrkja okkara støðu sum ein banki við einum breiðum úrvali av fíggjartænastum til kundarnar”, sigur Árni Ellefsen.

Málini eru grundað á núverandi lógarkrøv.

Umlegging av ábyrgdarkapitali

BankNordik hevur nú sett í verk eina tilgongd, sum skal kanna møguleikarnar fyri at fáa til vega 200-250 mió. kr. í nýggjum ábyrgdarláni, sum lýkur krøvini í CRD IV-kunngerðini í sambandi við ætlaðu innloysingina av núverandi ábyrgdarláni og hybrida kjarnukapitali bankans í 2016. BankNordik hevur sett ABG Sundal Collier sum fíggjarligan ráðgeva í sambandi við kanningina av møguleikunum.

Kapitalmál og serligt vinningsbýti

Við einum solvensprosenti á 17,2% tann 31. mars 2016 hevði BankNordik eitt rásarúm á 8,4 prosentstig samanborið við kapitalkrøvini til bankan á 8,8%. Sostatt er langtíðarmálið um eitt solvensprosent á 16,5% rokkið.

Tann 31. mars 2016 var veruliga kjarnukapitalprosentið 14,4% samanborið við málið um 13%.

Áður fráboðaða serliga vinningsbýtið, sum væntandi verður umleið 300 mió. kr., er treytað av myndugleikagóðkenning og endaligari fremjan av søluni av Vørði umframt treytað av avtøkuni av danska vinnukundavirkseminum.

Væntanir til 2016

Leiðsla bankans varðveitir væntanirnar um eitt úrslit fyri roknskaparárið 2016 áðrenn niðurskrivingar, ikki afturvendandi útreiðslur, virðisjavna og skatt á umleið 150-190 mió. kr. (1.ársfjórðingur 2016: 49 mió. kr.)

Niðurskrivingar á útlánum verða í 2016 væntandi á sama stigi sum í 2015 (20 mió. kr.). Í 1. ársfjórðingi 2016 vóru niðurskrivingar á útlánum ein afturbering á 1 mió. kr. netto. Væntanirnar eru knýttar at óvissu og treytaðar av búskaparligu viðurskiftunum, undir hesum møguligum pengapolitiskum tiltøkum frá tjóðbankunum.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.