Home VinnutíðindiFiskivinna Avreiðingarnar fyrsta ársfjórðing á lágum støði

Avreiðingarnar fyrsta ársfjórðing á lágum støði

by OML

Javnan hava tíðindi um góðan fiskiskap hjá einstøkum bátum og skipum verið hesar fyrstu mánaðarnar av árinum. Tíverri síggjast ikki hesi góðu tíðindi aftur í samantaldu avreiðingunum.

Avreiðingarnar tilsamans fyrsta ársfjórðing í ár vóru í nøgd á sama støði sum í fjør og eru enn eins og seinastu árini á lágum støði, samanborið við góð fiskiár.

Av teimum týdningamestu fiskasløgunum minkaði nøgdin av toski góð 900 tons ella 20% í mun til í fjør, og av upsa var nakað tað sama sum í fjør – ein lítil minking á 5%. Nøgdin á hýsu er vaksin munandi í ár, við 40%, men viðmerkjast skal, at seinastu árini hevur hýsunøgdin verið serliga lág.

Av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, er nøgdin størri í ár enn í fjør – ávikavist 75% og 32%

Samlaða nøgdin í ár av flatfiski er vaksin 40%. Í mun til í fjør er landað væl meira av svartkalva – omanfyri helvtina meira enn í fjør.

Havast skal í huga, at veiðan á Flemish Cap og undan Íslandi er við í avreiðingunum.

Tekin eru um, at fiskaprísirnir fyri botnfiskin yvirhøvur roynast nakað verri í ár enn í fjør. Fyri flatfiskin eru prísirnir nakað frægari í ár. Samlaða avreiðingarvirðið fyrsta ársfjóðringin var tað sama sum í fjør – smáar 200 milliónir krónur.


Verður fyrsti ársfjóðringurin í ár samanborin við fyrsta ársfjórðing undanfarin ár, sæst, at veiðan ikki er góð fyri tíðina. Í talvuni og strikumyndini niðanfyri er botnfiskanøgdin í fyrsta ársfjórðingi í ár samanborin við undanfarin ár, og staðfestast kann, at nøgdirnar, sum eru avreiddar seinnu árini, eru smáar.



Avreiðingartølini fyri 1 ársfjórðing 2016 eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Viðmerking: Avreiðingar er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru nøkur skip, sum frysta umborð.

Kelda: Hagstova Føroya » 26. apríl 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.