Home Fólk & Samfelag Annika spyr um OL limaskap

Annika spyr um OL limaskap

by OML

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur viðvíkjandi OL limaskapi, settur Aksel V. Johannesen løgmanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1.

Fer løgmaður at taka neyðug stig til at fáa føroyskan OL limaskap Viðmerkingar Um vikuskiftið gjørdist tað greitt, at Føroyar verða umboðaðar til OL í Rio í 1500 m frí svimjing.

Somuleiðis gjørdist tað greitt, at um vit høvdu havt sjálvstøðugan limaskap í IOC, altjóða olympisku nevndini, so hevði ein annar føroyingur somuleiðis fingið møguleika at luttaka í 400 m frí. Hetta tí, at kravtíðirnar hjá altjóða svimjisambandinum, FINA, eru øðrvísi enn tær donsku kravtíðirnar.

Men so leingi vit ikki hava sjálvstøðugan limaskap í IOC, altjóða OL nevndini, so ber ikki til hjá føroyingum at brúka FINA kravtíðirnar. Sum støðan er, mugu føroyingar laga seg uppat teimum donsku kravtíðunum og luttaka undir donskum flaggi. Okkara ítróttarfólk eru okkara fremstu ambassadørar.

Tey luttaka í altjóða kappingum og umboða Føroyar fyrimyndarliga væl. Meðan føroyska Merkið kann veittra til nærum allar altjóða kappingar, so ber ikki til at bera føroyska Merkið til OL. Hetta er alt annað enn nøktandi.

Nógvar royndir hava verið til tess at vinna Føroyum limaskap í IOC . Ì fjør var fyrrverandi løgmaður á fundi við Thomas Bac, forseta í Altjóða Olymisku nevndini, og glið kom á samráðingarnar til at fáa Føroyar umboðaðar í IOC. Nú hevur nýtt landsstýrið tikið við, og enn hava vit onki frætt um, hvussu tað gongur við hesum máli. Tíðin er stutt til OL í Rio, men vónandi tekur løgmaður øll neyðug stig til tess at fáa føroyskan limaskap í IOC. Tí verða hesir spurningar settir løgmanni. Á Løgtingi, 18. apríl 2016 Annika Olsen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.