Home Fólk & Samfelag Landsstýrið vil forða fyri, at atgerðarfólk av órøttum koma inn í landið og skip leggja upp í grindadráp

Landsstýrið vil forða fyri, at atgerðarfólk av órøttum koma inn í landið og skip leggja upp í grindadráp

by OML

Landsstýrið fer at seta fyriskipanir í verk, sum skulu forða fyri, at skip leggja upp í grindadráp, og at atgerðarfólk av órøttum sleppa inn í landið.

Kunngerð verður lýst, ið gevur Sjóvinnustýrinum heimild at geva skipum forboð at koma inn í føroyskt sjóøki. Um forboð verður givið, fáa avvarðandi myndugleikar í flaggstatinum, har skipið er skrásett, fráboðan um forboðið. Landsstýrið fer eisini at tryggja, at útlendingalóggávan verður handhevjað til fulnar og eftirlitið hert, so atgerðarfólk ikki av órøttum sleppa inn í landi.

Kunngerð um sigling í sjóøkinum
Kunngerðin um sigling í sjóøkinum gevur Sjóvinnustýrinum heimild at geva skipi undir fremmandum flaggi forboð um at koma inn í innara sjóøkið, um mett verður, at skipið er til vanda fyri trygdina á sjónum, eitt nú í samband við grindarakstur. Eitt slíkt forboð fevnir somuleiðis um smærri bátar, ið eru knýttir at skipinum.

Eftir § 31 í løgtingslóg um trygd á sjónum hevur landsstýrismaðurin heimild til at geva almenn og ítøkilig boð, til tess at tryggja fría skipaferðslu og fyribyrgja óskili og vanda á sjónum.

Um neyðugt kann forboðið víðkast til at fevna um ytra sjóøkið. Innara sjóøkið er økið landmegin grundlinjuna, og ytra sjóøkið er økið frá grundlinjuni út á 12 fjórðingar.

Undantak frá forboðnum er, um skip í neyðstøðu koma inn í sjóøkið.

Útlendingalóggávan
Sambært reglunum á útlendingaøkinum kunnu avvarðandi myndugleikar sýta útlendingum ella taka frá teimum innferðarloyvi, um hesir verða mettir at vera til vanda fyri lóg og landaskil. Harumframt ásetur útlendingalógin, at útlendingar skulu hava arbeiðsloyvi fyri at átaka sær arbeiði her í landinum, eisini um talan er um ólønt arbeiði.

Landsstýrið metir at í summum førum kann virksemið hjá atgerðarfólki, sum koma til landið at mótmæla grindadrápi, roknast sum arbeiði. Landsstýrið hevur tikið málið upp við danskar myndugleikar, sum varða av passeftirlitinum. Hetta fyri at ansa eftir, at reglurnar á útlendingaøkinum verða handhevjaðar til fulnar og eftirlitið hert, so forðað verður fyri, at atgerðarfólk av órøttum sleppa inn í landi.

– Landsstýrið hvørki kann ella fer at forða fólki at nýta rættin at mótmæla. Men mótmælisfólk skulu halda seg innan fyri lógarinnar karmar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

– Skip við atgerðarfólki hava lagt upp í grindadráp og elvt til vandastøður. Tískil er neyðugt, at myndugleikarnir fáa víðkaðar heimildir at nokta skipum atgongd til føroyskt sjóøki, um skipini kunnu verða til vanda fyri trygdina á sjónum.

(Myndatekstur: Grundlinjan.)

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.