Home VinnutíðindiFiskivinna Fiskivinnupolitikkur í Norðurlandahúsinum, og annað kjak um nýskipan av fiskivinnuni og burðardygga veiðu.        

Fiskivinnupolitikkur í Norðurlandahúsinum, og annað kjak um nýskipan av fiskivinnuni og burðardygga veiðu.        

by OML

Nógv eru uppskotini um fiskivinnuna í kjakinum fyri tíðina, alt frá at halda fram við somu skipan til uppboðssølu, og eisini hevur verið frammi, at vit eiga at gera tað sum norðmenn , fyri at fáa meira tosk.

Eyðun Hansen, Vestmanna

Eyðun Hansen

Í norður Norra er og hevur havi verið fult av ætið lodnu og nebbasild,  har samlast sjófuglur, sild, makrelur toskur, nísur, og hvalur, fyri at fáa sær føði, men ongin tosar um, at har var fiskaloysi í norður Norra og Barentshavinum fyrst í 80inum, og lítið var av toski har um ár 2000.

Har ongin føði er, er heldur ongin fiskur, Tað hevur altíð verði so, og vil altíð verða soleiðis.

Tað er ongantíð gott við ov høvum veiðitrýsti, men veiðitrýstið við Føroyar er minka niður í 1/3 síðani mitt í 80inum. So tað er ongin trupulleiki  nú. Men tað skuldi verið sett eitt avgjald á smáan tosk t.d. á 5 nakað minni á 4, so hevði tað veri fiska, minni av smáum toski. Smáan upsa er ikki lætt at seta avgjald á, tá Norra og EU fiska seið, sum er heilt niður í 30 cm.

Fundur í Norðurlandahúsinum

Keypti mær atgongumerkið, til fundin um fiskivinnupolitikk Føroya í Norðurlandahúsinum. Sum Havstovan og fróðskaparsetrið skipaði fyri 4. apríl 2016. har var nógv áhugavert, men tó hoyrdist skjótt,  at teir 6 útlendingarnir og ein frá fróðskaparsetrinum, sum vóru har, vóru útvaldir (keyptir til Føroyar ) av Havstovuni til at stuðla undir teirra meining.

Tosi fór beinanvegin, yvir á ovurfisking og orðaskifti, sum stóð á skránni bleiv onki. Onkrir politikarar tóku tó orðið.

Fyrst vóru tað útlendingarnir í høvdu sítt innlegg. Tað kom nokk óvart á Havstovuna, tá Henrik Sparholt frá ICES segði, at um føðin bleiv burtur, skuldi man fiskast meira, fyri at stovnanir skuldu hava møguleika at byggja seg uppaftur.

Sendi Bræv til Havstovuna

Tann 9 februar í ár, sendi eg Peturi Steingrund nakrar spurningar og skrivaði m.a. hettar; Um man hyggur fleiri 100 ár aftur í tíðina, so sær man góð fiskiár og ár við fiskaloysi. Tað vísir seg at, tað eru bert onkrir góðir árgangir, sum koma undan. Kanska 1 – 2 fyri hvørji 10 ár. Tá er sum oftast, gýtingar stovnurin eisini sera lítil.

Í Norðurlandahúsinum hendan dagin gav Danin Henrik Sparholt frá ICES, mær svar uppá onkran av spurninginum eg setti Peturi.

Eilif Gaard og Hjalti Í Jákupstovu vóru har. Teir vita um fiskin, sum brádliga kom í 94, men hava ongantíð vilja tosa um hettar.

Nú roknaði eg við at fróðskaparsetrið, kom við sínari vitan. Men nei, Har kom einans ein skemtari til mikrofonina  og tosaði um gransking av, at um man gav einum barni,  eina “marshmallow” ( skúmbanan ) og tey ikki ótu hana innan ávísta tíð, so skuldu tey fáa tvær Skúmbananir. Flestu børnini valdu tá at eta tað einu skúmbananina beinanvegin.  Har flentu fleiri – gott undirhald.

Hann kom eisini inná, at í 2008 var tilmæli frá ICES, at skerja toska fiskaríið 100 %  og Havstovan kom tó bert við 50 % niðurskurð, sum tó endaði við einum niðurskurði á 10 %. Man fekk tað fatan, at Havstovan brúkti tøl frá  ICES og ikki umvent.

Hevði hann sett seg betur inn í tingini, so hevði hann eisini tosa um 1993 – 94 tá ICES  eisini mælti frá at veiða tosk. Og fiskifrøðingar søgdu at tað blivu minst 8 ár, áðrenn toskurin kundi koma nøkur lunda fyri seg aftur. Í apríl 1994 kom tann fyrsti trolbáturin í toskarok, tað var feitur toskur av smáum og stórum fiski, síðani fingu trolarar og snellubátar eisini nógvan tosk. Men hann tók ikki á línu fyrr enn uml. eitt ár seinri.

Edmund Joensen segði í einari KVF sending í  fjørð, at hann var heppin, at toskurin kom aftur, tá ið hann var løgmaður.

Hví blivu ikki fólk sum Ásmund Justiniussen  og onnur ikki spurdir,  sum vita munandi betur enn teir sum vóru í panelinum.

Hyggur man eftir tíð sum er skriva frá gamlari tíð, so veit ein at natúran, broytir seg alla tíðina og fiskaloysi er við stuttum millumrúmum og tað vil eisini verða soleiðis í framtíðini. Havstovan fær ikki broytt náttúruna.

Í hesum bókum kann lesast um fiskaloysi áðrenn 1632 og 1808-1809

Navn:              Færoæ & Færoa reserata

Skriva av:       Lucas Debes

Útgivi av:        Einars prent    tórshavn 1963

– Lucas Debes var  prestur í Havn frá 1651 og í 1670 bleiv hann próstur og Rektari við latínskúlan

– Føddur í Stubbekøbing og doyði í 1675 bert 52 ára gamal.

Man kann lesa á s. 71 og s141 fiskaloysi í nógv ár 1632 og um brævið til kong sent 23 apríl. Um at fáa hjálp, av tí at tað var fiskaloysi og hungursneyð.

Í aðru útgávu í bókini  hjá  Andreas Weihe, SØGA OG SØGN á síðunum 109 – 11, kann man lesa um hungurs árini frá 1808-09.

Man kann lesa um, at gamlir kíkar og homlubond vóru bloytt og  kókað til matna. Við tarabløðum í munninum, lógu fólk deyð her og har niðri í fjøruni.

Her verur tosa um onnur fiskaloysi, árstølini veit eg ikki heilt, men meti, at eitt er um 1760-65.

Tí Óli á Grunnlendi, sum var 18 ár í 1767 og tá var tað fyrstu ferð hann sá eina hýsu. Skjótt eftir hetta, var ørgrynna av hýsu at fáa.

Fjáltur komin á fiskifrøðingar

Tað er fjáltur, komin á fiskifrøðingar. Tað sama sum hendi mitt í 90inum. Nú trolbátar, línubátar og snellubátar hava fingið nógvan feitan tosk í øllum støddum. Men hjá trolaranum, sum fiska upsa, hevur várið verði tað ringasta, sum menn minnast.

Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingar á vári 2016. Úrslitið hjá teimum er, at tað er minni av toski og hýsu. Upsa er nakað minni av. Øll fiskasløgini eru miðal í holdum.

Havstovan sigur, at royndirnar hjá Magnusi Heinasini samsvara við veruleikan. Men eftir mín metan, samsvara tær ikki við veiðuna í ár, heldur enn tær hava gjørt, so mong onnur ár.

Vestmanna        apríl 2016

Eyðun Hansen

Fyrrverandi skipar

 

Tilvildarlig savnsmynd útróðrarbátur Klaksvík – 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.