Home Ung & Ítróttur B36 ein risi í føroyskum fótbólti

B36 ein risi í føroyskum fótbólti

by OML

28. mars vóru 80 ár liðin, síðani fótbóltshugaðir havnarmenn settu á stovn bóltfelagið B36. Eitt felag, sum – hóast vánaligar umstøður tey fyrstu árini – megnaði at lyfta seg upp og mennast til mestsum ein risa í føroyskum fótbólti, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari røðu, tá B36 helt føðingardagin.

Byrjanin var næstan sum í ævintýrinum hjá H.C. Andersen um hin ljóta dunnuungan, ið vísti seg at vera ein vakur svanur, tá samanum kom. Og, jú – svanurin er sjálvandi hvítur…

– Hagtølini staðfesta eisini, at dygd var í slóðbrótarunum í felagnum, sum megnaðu nógv. Kann nevna, at B36 longu hevði vunnið føroyameistaraheitið tríggjar ferðir, áðrenn grannarnir fyrstu ferð sluppu upp í part. Tað sama gjørdi seg forrestin eisini galdandi hjá kvinnunum, at har var B36 fyrst.

– Hetta við at vera fyrst, er helst eisini lættasta, skjótasta og mest beinrakna lýsingin, tá okkurt skal sigast um B36 í dag, nú felagið rundar tey 80. B36 er jú eitt undangongufelag, ið gjarna slóðar fyri, og vit vita jú, at kring landið alt hevur B36 í mong harrans ár verið sæð sum ein góð fyrimynd fyri onnur feløg.

– Hetta er kanska fyrst og fremst, tí felagið hevur dugað væl at tikið sær av øllum sínum spælarum – heilt frá teimum yngstu og uppeftir. Barna- og ungdómsarbeiðið hevur verið eitt vørumerki hjá B36, og framvegis ger seg galdandi, at grundin verður stoypt, áðrenn restin verður bygd omaná.

– “Her er tað stuttligt, her er tað gott. B36 spælir so flott, flott, flott!” Soleiðis hava fjeppararnir trúliga sungið og rópt, og sjálvt argastu mótstøðuliðini hava so mangan verið noydd at givið teimum rætt.

– Sum hjá øllum øðrum, ið røkka so høgan aldur, hevur talan verið um eina langa tilveru við bæði mótgongd og viðgongd, tí soleiðis vil tað altíð vera. Men samlað sæð yvir hesi 80 árini, so hevur B36 altíð dugað at reist seg og herjað á av nýggjum, tá okkurt nosið hevur verið.

– Hesin serligi viljin at arbeiða og stríðast, til komið er á mál, hevur eisini verið eitt eyðkenni fyri felagið. Ikki minst seinnu árini hava vit sæð, hvussu væl tað hevur ligið fyri hjá B36 at sett sær eina kós og at hildið hana.

– Vit í høvuðsstaðnum eru errin av tykkum og fegin um, at B36 so mangan hevur verið við til at sett Havnina á fótbóltsliga Føroya-kortið. Enn sum áður er B36 við til at mynda tey fremstu í fremstu røð, og tað er stuttligt at fylgja við og hugaligt at síggja felagið heysta fruktir av góðum arbeiði.

– Einki kemur av sær sjálvum, og tí ber ikki til at virðismeta tey nóg høgt, sum viku eftir viku og ár eftir ár geva felagnum burtur av síni tíð. Um tað er stórt ella smátt, so skal tað gerast, og tað er júst andadrátturin og hjartaslátturin í einum felag og felagsskapi, at mong saman taka tøkini.

– Tað eru ikki smáting, B36 hevur lyft hesi 80 árini, og vit kunnu fegnast um, at styrkin er har og svanurin hevur framvegis sítt góða flog. Og so er hann framvegis líka hvítur, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann ynskti B36 tillukku og bestu ynski fyri komandi dagar og dystir!

Kelda & mynd: tórshavn.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.