Absalon í Buð - Mynd 24.fo

Hetta er ein grein við brotum úr fyrilestrið í Absalon í Buð formaður í Meginfelag Útróðrarmanna helt á Fiskivinnuráðstevnu í Tórshavn 4 apríl. Fyrilesturin kann eisini lesast her.

Útróðrarvinnan ynskir ikki at verða viðgjørd sum “indianarar í einum reservatið”

Útróðravinnan átti einaferð ein stóran part av tilfeinginum á Føroyagrunninum. 51 % av toskinum, 58 % av hýsuni og 17% av upsanum (Býtið í uppruna lógini frá 1994  um vinnuligan fiskiskap). Umstøðurnar hava tó allan vegin upp gjøgnum tíðirnar verið skiftandi hjá útróðrarvinnuni. Summi tíðarskeið gylt. Onnur svørt.

Men allar reguleringar hava higartil minkað partin til í dag at vera eitt neyðaregg. Segði Absalon í Buð millum annað í framløguni á Fiskivinnuráðstevnuni.

LÓGIN UM VINNULIGAN FISKISKAP FRÁ 10 MARS 1994

Í høvuðsheitum er lógin bygd upp um eina beinagrind av tí fiskiskapi, sum hevði verið framm-anundan hjá føroyskum fiskiførum upp til 1994. Tað framgongur av lógini og av viðmerkingun-um til lógina, at lógin fevndi um allan fiskiskap, men at høvuðsendamálið við lógini er at verja:

føroyskt tilfeingi í føroyskum sjógvi og serliga teir fiskastovnar sum løgtingið við lóg serskilt ásetti í kvotum (og seinni fiskidøgum) í føroyskum sjógvi.

Útgangstøðið var, at allir aktørar (bæði teir sum veiddu í og uttanfyr føroyskt sjóøki) hildu áfram í tí fiskiskapi, sum teir høvdu verið í, tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í 1994.

Broyting hendur i 2010

Síðani 2010 hava veiðiloyvi útskrivað til stál til troytan av tilfeingi í Kyrrahavinum – á fyrsta sinni útskrivaði í 2007 (tvs ikki 1993). Veiðiloyvi til stál í Barentshavið til internationalan sjógv, veiðiloyvir til rækjur i ymiskum fremmandum sjógvi.

Veiðioyvi til stál allastaðni frá, eru dragsað inn á Føroyagrunnin!!!!

Hesi veiðiloyvi blivu við eitt ikki bara atgongumerkið hjá feløgum til ávíst nýtt tilfeingi, sum varð staðfest í føroyskum sjóøki. Nei, hesi feløg blivu eisini frammihjáviðgjørd í mun til feløg sum áttu fiskifør við veiðiloyvi til føroyskt tilfeingi í føroyskum sjógvi.

Sum dømi kann nevnast, at sambært fyrisitingina, so var einki í lógini til hindurs fyri

– at veiðiloyvi í fremmandum sjógvi hjá eitt nú rækjuskipum og flakatrolarum blivu flutt á uppisjóvarskip til fiskiskap eftir makreli í føroyskum sjógvi,

– meðan veiðiloyvi frá eitt nú partrolarum, línubátum ella øðrum við veiðiloyvi til føroyskan sjógv sambært lógina ikki kundi flytast til uppisjóvarskip til fiskiskap eftir makreli í føroyskum sjógvi.

Henda fyrisiting opnaði upp fyri 100 tals proforma-sølum av fiskiførum í sambandi við troytan av nýggja makreltilfeinginum í føroyskum sjógvi, men tó bert galdandi fyri feløg, sum vóru/eru íhendihavarar av veiðiloyvum til fremmandan sjógv, veiðiloyvi II.

Hettar hevur slóðað fyri fyrisiting av uml. 660.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi árini 2010–2014. Við einum avreiðingarvirði på umleið 5,50 kr. pr. kg, so gevur hettar eitt samlað avreiðingar virðið uppá 3, 6 mia. kr.

Massiv diskriminatión av ávísum feløgum

Í  hesum sambandi kann bert staðfestast, at henda fyristiting hevur viðført massiva diskriminatión av ávísum feløgum og tískil eisini til massiva diskriminitatión av teimum fiskimonnum, sum hava verið atknýtt hesum feløgunum.

Umleið helvtin av øllum føroyskum fiskimonnum hava verið atknýttir feløgum, sum de facto hava verið frávald í sambandi við útlutan av atgongd til 664.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Talan er um feløg, sum varða av (bólki 3, bólki 4, bólki 5 og bólkinum garnaskip og skeljaskip).

Tvs at hesi feløg og hesir fiskimenn eru frávaldir í atgongdini til inntøkur av nýggjum tilfeingi á egnum heimabeiti til fyrimuns fyri feløg við veiðiloyvum til m.a. Kyrrahavið, Barentshavið og/ella annan fremmandan sjógv.

Leysliga roknað, so vóru í 2010 uml. 1.000 føroyskir fiskimenn. Hettar gevur uml. 3,6 milliónir í umsetningi til hvønn fiskimann bara av nýggja tilfeinginum í føroyskum sjógvi 2010–2014. t.v.s. makreli.

Nýggj fiskivinnunyskipan

Nú skal so ein nýggj fiskivinnuskipan gerast, sum skal grundsat á marknaðarbúskap.

Uttan mun til hvat er galdandi, so er staðfest, at við fyrisitingini av lógini seinastu 6 árini, so er skapturi ein grundvøllur, sum stillar persónar og feløg fullkomuliga óeins í einari nýggjari marknaðarskipan. Tey feløg, sum hava fingið lut í nýggja tilfeinginum, hava havt møguleika at økt um sín kapital; tey feløg, sum de facto hava verið diskriminerað, hava ikki havt hendan møguleikan. Hettar er ein stórur trupulleiki í sambandi við umskiftið til eina møguliga nýggja skipan.  Sigur Absalon í Buð millum annað í framløguni í kann lesast í fullum líkið her:

————————————————————–

Fyrilestur 4 apríl 2016 Absalon í Buð formaður í Meginfelag Útróðrarmanna:

 

Útróðurin er á einum vegamóti – eins og øll føroysk fiskivinna er á einum vegamóti.

Orðafellið sigur, at fyrr var ull Føroya gull, nú er tað fiskurin.

Føroyingurin hevur ivaleyst altíð drigið fisk av grunni. Men í bóndasamfelagnum var tað, sum kom upp úr sjónum, ikki so týdningarmikið og lívsneyðugt, sum tað, ið bjargast kundi frá landbúnaðinum.

Men sum tíðarkvørnin mól, so broyttist myndin.

Tað, sum kom frá sjóvarmála og niðanfyri, fekk størri og størri týdning, og útróður kom at hava meira týdning fyri samfelagið. Fleiri og fleiri fingu sína úrkomu frá hesi vinnu.

Umstøðurnar hava tó allan vegin upp gjøgnum tíðirnar verið skiftandi hjá útróðrarvinnuni. Summi tíðarskeið gylt. Onnur svørt. Nógv var ávirkað av náttúru ávum, men eisini aðrar umstøður, so sum stóra innsigið av útlendskum togarum, íð sluppu at royna dygst í klettin, høvdu við sær stórar truppulleikar fyri útróðravinnuna.

Hóast hesi ”ups and downs”, so var útróðurin líka upp móti 1900-fimmti árunum tann vinnan , sum kom við meginpartinum av tí fiskanøgd, ið kom upp av Føroyagrunninum.

Aftaná fimmtiárini og upp gjøgnum sekstiárini broyttust umstøðurnar munandi. Farið var undir eina stórfingna byggirøð av nýmótans línuskipum. Hesi skip komu vetrarhálvuna at fiska feskfisk á Føroygrunninum. Tað trongdi um hjá útróðrarvinnuni, sum enn sum áður, var sperd av teimum útlendsku togarunum, sum komu inn á allar vanligar útróðrarleiðir.

Men í fimmtiárunum vórðu stig tikin til at víðka sjómarkið rundan um Føroyar, so at útróðurin skuldi fáa rúmari ræsur og betri arbeiðskor.

Í 1964 varð 12 fj. sjómarkið sett rundan Føroyar. Nú hevði útróðurin tað gott – nú hevði hann fingið tær arbeiðsumstøður, sum fólkið og ikki minst politikkarnir høvdu longst eftir.

Sum árini gingu, fóru vit Føroyingar sjálvir, at hava togarar á Føroya grunninum. So aftur mátti útróðrarvinnan ásanna, at ynskini sum øll árini frammanundan 1964 – at fáa togarnar vekk av grunninum – ikki fór at verða veruleiki.

Síðst í sjeytiárunum broyttist so bílætið totalt. Stóru partur av fjarfiskaflotanum kemur at royna stóran part av árinum á Føroyagrunninum.

Nú trongdist álvarsliga. Útróðurin var nú noyddur til at geva frá sær stóran part av tí, hann áður hevði verið einsamallur um. Av tí at hesin nýggi flotin í føroyskum sjógvi nýtti aðrar og meira effektivar veiðiháttir, so kom útróðrurin – enn einaferð – aftur í eina ”Dávid – Goliat”-líknandi støðu.

Roynt varð frá politiskari síðu at gera ymiskar reguleringar, so ymisku vinnurnar allar kundu vera á grunninum. Men sum tíðin gekk, so sást, at útróðurin misti meira og meira av sínum rúmlendi og av sínum rættindum í føroyskum sjógvi.

Í 1994 kom so lógin um vinnuligan fiskiskap. T.v.s. tann lógin, sum er í gildi í dag, men sum er sett at fara úr gildi 01.01.2018 og sum er høvuðsgrundin fyri at vit eru her í dag.

 

LÓGIN UM VINNULIGAN FISKISKAP FRÁ 10 MARS 1994

Lógin um vinnuligan fiskiskap frá 10. mars 1994, avloysti 4 lógir, sum høvdu verið galdandi fyri føroyskan og fremmandan fiskiskap í føroyskum sjógvi og føroyskan fiskiskap í fremmandum sjógvi.

Í høvuðsheitum er lógin bygd upp um eina beinagrind av tí fiskiskapi, sum hevði verið framm-anundan hjá føroyskum fiskiførum upp til 1994. Tað framgongur av lógini og av viðmerkingun-um til lógina, at lógin fevndi um allan fiskiskap, men at høvuðsendamálið við lógini er at verja:

føroyskt tilfeingi í føroyskum sjógvi og serliga teir fiskastovnar sum løgtingið við lóg serskilt ásetti í kvotum (og seinni fiskidøgum) í føroyskum sjógvi.

Útgangstøðið var, at allir aktørar (bæði teir sum veiddu í og uttanfyr føroyskt sjóøki) hildu áfram í tí fiskiskapi, sum teir høvdu verið í, tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í 1994. Greiningin av einstøku feløgunum og hvørji tilfeingi, hesi feløg fingu atgongd til í nýggju lógini, varð staðfestur við teimum veiðiloyvum, sum vóru útskrivað við heimild í kunngerð nr. 54 frá 26. mars 1993 um veiðiloyvir.

Einstaka veiðiloyi ásetti:

  1. øki, 2. reiðskap, 3. fiskasløg og 4. fiskifarið

og defineraði soleiðis í útgangspunktinum eigarin av einstaka fiskifarinum sum rættindahava í nýggju lógini. Veiðiloyvi gjørdist soleiðis atgongmerkið hjá ávísa felagnum til eitt greitt greinað tilfeingi í nýggju lógini. Tvs. At veiðiloyvi segði til hvat øki, við hvørjum reiðskapi eftri hvørjum fiskasløgum og við hvørjum fiskifari felagið hevði atgongd í nýggju lógini.

Sama skipan var í útgangspunktinum galdandi fyri øll fiskifør við veiðiloyvi, og eingin eigari av nøkrum ávísum fiskifari hevði framíhjárætt í lógini til annað tilfeingið, enn tað sum framgekk av einstaka veiðiloyvinum og sum felagið hevði gagnýtt áðrenn 1994 og sum veiðiloyvi tískil avspeglaði.

Sum dømi skal nevnast at bert teir persónar og/ella feløg, sum áttu fiskifør við veiðiloyvi frá 1993 við ásetingunum I a)–c) fingu atgongd til føroysku høvuðsfiskasløgini, sum vóru toskur, hýsa, upsi, kongafiskur, við hjáveiðu av t.d. longu, blálongu, brosmu v.m.

Kvoteraða botnfiskatilfeingið bleiv býtt millum teir bólkar av fiskiførum, sum høvdu balst á grunninum, síðani fiskimørkini fóru út á 200 fj. síðst í sjeytiárunum. Í hesum sambandi bleiv avsett til útróðrarflotin, tvs. fiskifør við veiðiloyvi:

– I. a) Feskfiskaveiða á landleiðini við førum, hvørs størsta longd x breidd í meturum (LxB) er 20 ella meira upp til 110 BRT.

– 51 % av toskinum, 58 % av hýsuni og 17% av upsanum.

Nógvar lógarbroytingar og nógvar tillaðingar í lógini hava verið gjørdar síðani 1994, men hvørki broytingar ella tillagingar hava verið í hesum grundleggjndi viðurskiftinum.

Men hettar hevur fyrisitingin hoyggjað til – í eini roynd at tilpassa lógina til alt møguligt og alt annað enn tað, sum hon var gjørd til. Og úrslitið er ein peruvellingur:

Síðani 2010 hava veiðiloyvi útskrivað til

– stál til troytan av tilfeingi í Kyrrahavinum – á fyrsta sinni útskrivaði í 2007 (tvs ikki 1993)

– veiðiloyvi til stál í Barentshavið

– til internationalan sjógv

– veiðiloyvir til rækjur i ymiskum fremmandum sjógvi

Ja veiðioyvi til stál allastaðni frá, eru dragsað inn á Føroyagrunnin!!!!

Hesi veiðiloyvi blivu við eitt ikki bara atgongumerkið hjá feløgum til ávíst nýtt tilfeingi, sum varð staðfest í føroyskum sjóøki. Nei, hesi feløg blivu eisini frammihjáviðgjørd í mun til feløg sum áttu fiskifør við veiðiloyvi til føroyskt tilfeingi í føroyskum sjógvi.

Sum dømi kann nevnast, at sambært fyrisitingina, so var einki í lógini til hindurs fyri

– at veiðiloyvi í fremmandum sjógvi hjá eitt nú rækjuskipum og flakatrolarum blivu flutt á uppisjóvarskip til fiskiskap eftir makreli í føroyskum sjógvi,

– meðan veiðiloyvi frá eitt nú partrolarum, línubátum ella øðrum við veiðiloyvi til føroyskan sjógv sambært lógina ikki kundi flytast til uppisjóvarskip til fiskiskap eftir makreli í føroyskum sjógvi.

Henda fyrisiting opnaði upp fyri 100 tals proforma-sølum av fiskiførum í sambandi við troytan av nýggja makreltilfeinginum í føroyskum sjógvi, men tó bert galdandi fyri feløg, sum vóru/eru íhendihavarar av veiðiloyvum til fremmandan sjógv, veiðiloyvi II.  

Hettar hevur slóðað fyri fyrisiting av uml. 660.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi árini 2010–2014. Við einum avreiðingarvirði på umleið 5,50 kr. pr. kg, so gevur hettar eitt samlað avreiðingar virðið uppá 3, 6 mia. kr.

Í hesum sambandi kann bert staðfestast, at henda fyristiting hevur viðført massiva diskriminatión av ávísum feløgum og tískil eisini til massiva diskriminitatión av teimum fiskimonnum, sum hava verið atknýtt hesum feløgunum.

Umleið helvtin av øllum føroyskum fiskimonnum hava verið atknýttir feløgum, sum de facto hava verið frávald í sambandi við útlutan av atgongd til 664.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Talan er um feløg, sum varða av (bólki 3, bólki 4, bólki 5 og bólkinum garnaskip og skeljaskip).

Tvs at hesi feløg og hesir fiskimenn eru frávaldir í atgongdini til inntøkur av nýggjum tilfeingi á egnum heimabeiti til fyrimuns fyri feløg við veiðiloyvum til m.a. Kyrrahavið, Barentshavið og/ella annan fremmandan sjógv.

Leysliga roknað, so vóru í 2010 uml. 1.000 føroyskir fiskimenn. Hettar gevur uml. 3,6 milliónir í umsetningi til hvønn fiskimann av bara av nýggja tilfeinginum í føroyskum sjógvi 2010–2014. t.v.s. makreli.

Faktisku tølini fyri umsetningin pr. fiskimann – av hesum tilfeingi – sum vóru í arbeiði hjá omanfyri nevndu, diskrimineraðu reiðaríum var minni enn 1.000 kr.

Hesar vóru treytirnar sæmbart fyrisitingini fyri tí parti av vinnuni, sum hevur verið her altíð – og sum at kalla bert hevur tilfeingið í føroyska havrúmi at dúva uppá.

Og hettar er sambært fyrisitingina gjørt í fullum samsvari við galdandi lóggávu.

So hóast lógin í høvuðsheitum varð gjørd fyri at stýra fiskiskapinum eftir botnfiski við tí endamáli at verja føroysku botnfiskastovnarnar soleiðis at veiðan úr hvørjum fiskastovni ikki fer upp um tað sum stovnarnir lívfrøðuliga tola, og hóast Havstovan í eitt longri áramál hevur tilmælt politiska myndugleikanum, at minka munandi um allan fiskiskap undir Føroyum eftir serliga toski og hýsu (í 2009 var tilmælið heilt at stegða allari veiðu eftir hesum botnfiskasløgunum) – ja hóast hetta, so hevur hesin fiskiskapur hildið at kalla ótarnaður áfram, samstundis sum ein innrás av nýggjum aktørum í føroyskum havrúmi er farin fram.

Hettar er sambært fyrisitingina allíkavæl gjørt í fullum samsvari við galdandi lóggávu.

Nýggj fiskivinnunyskipan

Nú skal so ein nýggj fiskivinnuskipan gerast, sum skal grundsat á marknaðarbúskap.

Fyrisiting av núverandi skipan hevur – tá tann parturin, sum nótaskipini náttúrliga áttu atgongd til er frátikin – fullkomuliga tilvildarliga givið feløgum atgongd til tilfeingið í føroyskum sjógvi fyri meira enn 3. 5 mia seinastu 6 árini.

Uttan mun til, hvussu tað verður vent og snarað, so er talan um eina massiva diskriminering av ávísum persónum og feløgum og teimum fiskimonnum sum hava verið atknýttir hesum feløgum.  Ósvaraði spurningurin er: Hvør er heimildin fyri hesum í lógini fyri vinnuligan fiskiskap?

Uttan mun til hvat er galdandi, so er staðfest, at við fyrisitingini av lógini seinastu 6 árini, so skapturi ein grundvøllur, sum stillar persónar og feløg fullkomuliga óeins í einari nýggjari marknaðarskipan. Tey feløg, sum hava fingið lut í nýggja tilfeinginum, hava havt møguleika at økt um sín kapital; tey feløg, sum de facto hava verið diskriminerað, hava ikki havt hendan møguleikan. Hettar er ein stórur trupulleiki í sambandi við umskiftið til eina møguliga nýggja skipan.

Í tann mun, at talan harumframt verður um eitt longri tíðarskeið við onkrum slagi av tillaging og sum samstundis byggjðir á núverandi fyrisiting, so gerst hesin trupulleki bert enn størri.

Landsstýrismaðurin hevur sett eina serliga nevnd at gera uppskot til eina marknaðargrundaða fiskivinnuskipan. Um útróðravinnuna, stendur einans í arbeiðssetninginum:

Serlig skipan kann gerast fyri útróðraflotan.” Av orðingum aðrastaðni skilst, at útróðurin skal verjast.

Lat tað hervið vera skorið út í papp:

Hesin parturin av vinnuni ynskir ikki nakrar sertreytir ella verju, har útróðramenn og tey feløg, sum varða av hesi vinnu, í framtíðini kunna samanberast við ”indianarar í einum reservati”.

Um talan skuldi verið um eina serliga verju, so skuldi tann verjan verið, at myndugleikin í einari tillagingartíð skipaði soleiðis fyri, at teir skeivleikar, sum fyrisitingin seinastu 6 árini hevur skapt (og sum fara at verða fíggjarliga útgangsstøðið undir nýggju skipani), verða rættaðir.

Útróðravinnan átti einaferð ein stóran part av tilfeinginum á Føroyagrunninum. Men allar reguleringar hava higartil minkað partin til í dag at vera eitt neyðaregg.

Við hesum orðum endi eg mítt inlegg

Takk fyri.