Home Fólk & Samfelag Nýggj tilboð – arbeidi.fo

Nýggj tilboð – arbeidi.fo

by OML

Nú er hon her! Heimasíðan, sum skal hjálpa tær, at finna onkran eyka tíma. Eisini tær, sum arbeiðsgevara, at finna ein avloysara við eini sera stuttari umhugsanartíð.

Nær ert tú tøkur? Hetta er slagorðið á nýggju heimasíðuni, arbeidi.fo

Heimasíðan arbeidi.fo (vanlig tala arbeiði.fo), er gjørd í tøttum samstarvið við Appnet.fo, við Roberti Thomsen á odda, og er úr einum hugskotið hjá Hugo Skorastein.

Hugskotið við heimasíðuni var í grundini til teirra, ið ynskja sær ein eyka tíman, sjómenn og teimum sum annars hava tíð til tess. Seinni er hugsanin tó farin meira yvir til teirra, sum av eini hvørji orsøk, verulig standa og mangla arbeiðstímarnar. Teimum sum kanska arbeiða niðursetta tíð, uttan sjálvi at ynskja tað.

Fyri arbeiðaran er síðan ókeypis at brúka. Far bara inn á arbeidi.fo og skráset teg.

Fyri arbeiðsgevaran er hugsanin tann, at teir her kunnu finna sær onkran, sum kann traðka til í einum handavendi, ella í stryttri ella longri tíð. Tá onkur ringir klokkan 07, og er sjúkur, at so arbeiði kann blíva gjørt, hóast tað, bara av onkrum øðrum.

Arbeiðsgevara mugu rinda eitt lítið gjald, à 1.250,- kr. árliga v/MVG. Hetta er fyri at verja tann ið søkir sær eyka tímar, ímóti misnýtslu.

Nú hevur arbeidi.fo sæð so dagsins ljós í eina tíð, og eru longu um 500 starvsheitið skrásett kring oyggjarnar.  Heimasíðan skal gera tað lættari hjá fólkið, at finna sær onkran eyka arbeiðstíma, ynskja tey tað. Eisini  er hon ein hjálp, hjá virkjum og stovnum, sum mangla onkran her og nú, í styttri ella longri tíðarskeið.

Eisini eru avmarkaðir lýsingarmøguleikar á síðuni, og kunnu fyrispurningar hesum viðvíkjandi sendast til: lysing@arbeidi.fo

Síðan er royndarkoyrd,  virkar væl og er til tykkara nýtslu. Gerið so væl og brúki hana.

Hugflogið setur markið.

Vinarliga, vegna Arbeiði.fo

Hugo Skorastein

 

Mynd: Heimasíðan arbeidi.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.