Home Fólk & Samfelag Skulu Øll almenn arbeiðspláss eisini á uppboðssølu ?

Skulu Øll almenn arbeiðspláss eisini á uppboðssølu ?

by OML

Um almenn arbeiðspláss skuldu á uppboðssølu, tá høvdu vit hoyrt herróp og mótmælisgongur við karamellueskjum.  Tað ber ikki til, tí soleiðis kann eitt vælvirkandi samfelag ikki virka. Eri samd í hesum, tí hetta ber ikki til.

Á sama hátt inntil fyri stuttari tíð síðan,  hevði heldur ongin  hugflog at hugsa, at arbeiðsplássini hjá fiskimanninum fóru at blíva seld á eini uppboðssølu. Men hetta ætlar reyða samgongan at broyta nú. Um tað gongur sum tey ætla, so fara arbeiðspláss í fiskivinnuni í framtíðina at blíva seld á eini uppboðssølu.

Tað er púra vist, at ger samgongan tað uppboðssølu,  sum tey lovaðu áðrenn valið, so verður kaos. Okkara høvuðsvinna og við henni alt samfelagið verður koyrt út í eina stóra óvissu.

Elsebeth-2016KlaksvíkHvussu við arbeiðsplássunum  umborð á fiskiskipum okkara ?  Um onkur bjóðar hægri  á uppboðssøluni,  so missa nógvir fiskimenn sítt arbeiði og gerast kanska arbeiðsleysir. Hvussu leingi vita teir ikki. Kanska 1 ár, kanska 2 ár, kanska longri;

Fara fíggingastovnar at veita lán  til sjómenn til evt húsabygging,  har so stórur ótryggleiki valdar um framtíðar arbeiðsplássini hjá teimum ?

Hvussu við  rættvísiskensluni  hjá sitandi samgongu ? Vilja tey standa model til, at munur verður gjørdur á arbeiðsfólki. Almennu arbeiðsplássini eru stundum  ein “lívstrygging” , meðan arbeiðsplássini í okkara høvuðsvinnu,  við uppboðssøluni,  verða koyrd út í eina óvissu.

Livst so spyrst.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.