Home Fólk & Samfelag Skeið fyri útlendingar í Eysturkommunu

Skeið fyri útlendingar í Eysturkommunu

by OML

Í heyst bjóðaði Eysturkommuna útlendingum í kommununi til skeið í føroyskum máli og mentan. Nú verður møguleikin aftur bjóðaður til útlendingar í kommununi. Endamálið við skeiðinum er at læra at skilja føroyska samfelagið betur.

Skeiðsdagarnir, sum eru 6 í tali, eru ókeypis og ætlaðir borgarum, sum eru fluttir higar úr útlondum. Byrjað verður 2. apríl og undirvísingin snýr seg um føroyska málið, landafrøði, søgu og samtíð, familjuviðurskifti, rættindi og skyldur.

Skeiðsdagarnir verða hildnir í Leirvíkar skúla hesar dagar (broyting kann koma fyri):
  • 2. apríl
  • 9. apríl
  • 16. apríl
  • 21. apríl
  • 30. apríl
  • 4. mai.
Undirvísarar eru Rúni og Tórhild Bjarkhamar. Melda teg til við at ringja á tlf. 273329 eftir kl. 16.00.
———–

Free course offer for non-Faroese citizens in Eysturkommuna

Foreigners living in Eysturkommuna are offered courses in:

  • Faroese Language
  • Geography
  • History and Social Studies
  • Family Relations
  • Rights and Responsibilities etc.

The purpose of the courses is to help you better understand Faroese society.

The 6 courses are for citizens that have moved to Eysturkommuna from abroad. Participation is free of charge.

The courses are held in Leirvíkar skúla the following days (changes may occur):

  • 2. April
  • 9. April
  • 16. April
  • 21. Apríl
  • 30. April
  • 4. Mai

Sign up now by calling tel. 273329 after 4 pm.

Teachers: Rúni og Tórhild Bjarkhamar

 

Kelda: Eystur Kommuna 23. mars 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.