Home Fólk & Samfelag Nýggjur Húsarhaldsskúli í miðbýnum í Klaksvík

Nýggjur Húsarhaldsskúli í miðbýnum í Klaksvík

by OML

Á býráðsfundinum hóskvøldið 17. mars samtykti Klaksvíkar býráð einmælt at játta sín part av kostnaðinum fyri nýggjum Húsarhaldsskúla Føroya, sum verður bygdur í miðbýnum í Klaksvík.

Fríggjadagin handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tilsøgnina frá Klaksvíkar býráð til Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra í Húsarhaldsskúla Føroya, sum nú er komin langt í fyrireikingunum av at byggja nýggjan skúla.

Ein byggibólkur – mannaður við arkitekti og umboðum fyri Mentamálaráðið, Húsarhaldsskúla Føroya, og Klaksvíkar kommunu – hevur gjørt eina byggiskrá, har bygging av nýggjum skúla í miðbýnum í Klaksvík er kostnaðarmett til 30 mió. kr. +mvg.
Í lógini er ásett eitt býti av íløgukostnaðinum millum land og heimstaðarkommunu, og við støði í hesum og júst framleiddu í byggiskránni hevur Húsarhaldsskúli Føroya søkt Klaksvíkar kommunu um at játta sín part av verkætlanini, sum nú er játtaður.

Gott samstarv við landsstýrið
– Vit hava eitt sera gott samstarv við Føroya Landsstýri um hesa spennandi verkætlan, ið vit sum kommuna síggja nógvar møguleikar í, og tí fegnist eg um, at eitt einmælt býráð tók undir við at játta kommununnar part av verkætlanini, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri
– Umframt sjálvan skúlan eru eisini lestraríbúðir partur av hesari byggingini, sum fer at seta lív í miðbýin í Klaksvík, og tí arbeiða vit eisini miðvíst við at fremja byggingina av lestraríbúðunum har.
– Fyri okkum sum kommunu hevur tað eisini stóran týdning at hava eitt skúlatilboð til ungdóm, bæði hiðani úr økinum og øllum landinum, tí hetta er við til at skapa trivnað og eitt gott umhvørvi. Húsarhaldsskúli Føroya byrjaði her í Klaksvík, og hann er tí ein partur av býarmyndini, her skúlin skapir lív, ikki bert fyri gentur, men so sanniliga eisini fyri dreingir, sigur borgarstjórin við einum smíli.

Avgerandi at fáa nýggjan skúla
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, hevur myndað og leitt Húsarhaldsskúla Føroya í nógv ár, og hon kann fegnast um at leiða ein skúla, sum er ógvuliga væl umtóktur, bæði millum ungdóm, sum í stórum tali søkja inn á húsarhaldsskúlan, og millum tilkomin í øllum aldri, sum fjølment koma úr øllum landinum til styttri skeið av ymsum slag.
– Eg eri ómetaliga spent at fáa hesa byggingina framda, tí hesum hava vit bíðað eftir og stríðst fyri leingi, og tí eri eg ógvuliga takksom fyri tann vilja, sum eitt samt býráð hevur víst hesari verkætlanini, sigur Jóhanna Tjaldrafløtti.
– Vit treingja til dagførdar umstøður, og tí fegnist eg um, at Føroya Landsstýri og Mentamálaráðið hava víst hesi verkætlan stóran áhuga í tilgongdini higartil, sum vit vóna fer at bera á mál, soleiðis at vit skjótt kunnu flyta inn í hendan spennandi skúlabygningin á einum so góðum staði mitt í Klaksvík.

klaksvik.fo 18-03-2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.