Home Tíðindir TF Holding samtakið 136 mió. kr. í avlopi eftir skatt

TF Holding samtakið 136 mió. kr. í avlopi eftir skatt

by OML

TF Holding samtakið hevði eitt nøktandi ár í fjør, tó at onkur av feløgunum góvu hall. Ársúrslitið var 136 mió. kr. eftir skatt, og 174 mió. kr. áðrenn skatt. Útlitini fyri 2016 eru góð

“Hóast partar av samtakinum vóru fyri tapi, er samlaða úrslitið sera gott”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.

Peningastovnsvirksemið hjá samtakinum gav eitt avlop upp á knappar 24 mió. kr. eftir skatt. Hetta er lakari, enn væntað varð, og orsøkin er í høvuðheitum, at neyðugt var við stórum niðurskrivingum í fjórða ársfjórðingi í fjør og harnæst, at bankin hevði øktar KT-útreiðslur í sambandi við nýggju innritanarloysnina til Netbankan. Eisini var ein minking staðfest í rentuinntøkunum eftir at Eik Banki hevur lækkað sethúsarentuna við uml. 10 prosentum i 2015. Minkingin er tó ikki so stór sum væntast kundi, orsakað av at útlánini eru vaksin í sama tíðarskeiði.

Samtakið keypti seinastu 30 prosentini av Eik Banka frá Finansiel Stabilitet í 2015, og hevur hetta havt stóra positiva ávirkan á eginognina.

Tryggingarfelagið Føroyar hevði 10 mió. kr. í avlopi eftir skatt. Saman við endurtryggingarvirkseminum gav samlaða skaðatryggingarvirksemið hjá samtakinum tó eitt hall uppá 28 mió. kr. eftir skatt. Orsøkin er m.a. at fleiri hús hava verið rakt av eldsbruna í einum lutfalsliga stuttum tíðarskeiði, og harafturat at fleiri miðalstórir skaðar hava verið. Afturat hesum eru størri javningar gjørdar á einstøkum skaðum, sum eru hendir í undanfarnum árum.

Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið hjá samtakinum vísti eitt hall á 6 mió. kr. eftir skatt. Høvuðsorsøkin til  hetta stavar frá nøkrum størri skaðum, og harumframt eru avsetingarnar eisini øktar við tað, at æviskeiðið hjá føroyingum er vorðið longri.

Annað virksemið hjá samtakinum undir einum gav í 2015 eitt avlop eftir skatt á tilsamans 153 mió. kr., sum er væl hægri enn í 2014, tá avlopið var 23 mió. kr. Avlopið stavar í høvuðsheitum frá kursvinningi av íløgum og av vinningi frá fastogn.Væntandi fer ársúrslitið fyri 2016 at vera eitt avlop millum 70-110 mió. kr. fyri skatt.

Árið í stuttum:

  • Úrslitið fyri árið 2015 vísir eitt avlop á 136 mió. kr. eftir skatt
  • Eginpeningurin er 2,6 mia. kr.
  • Solvensurin hjá samtakinum er 36,5 prosent.

Roknskapurin verður tøkur, tá hann hevur verið fyri á Umboðsráðsfundi 11. apríl 2016.

 

Kelda: eik.fo 3/18/2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.