Home Fólk & Samfelag Vágatunnilin afturgoldin og skal verða frítt at koyra

Vágatunnilin afturgoldin og skal verða frítt at koyra

by OML

Skatta- og avgjaldsøðin hjá sitandi samgongu fær ongan enda. Nú boðar Henrik Old, Javnaðarflokkurin frá, at hann ætlar, at Vágatunnilin skal verða pengamaskina hjá óendaligu almennu penganýtsluni hjá sitandi samgongu. Hvør verður næst?

Politiska avtalan um undirsjóvartunnlarnar var púra greið. Tá lánini vóru afturgoldin, skuldu tunnlarnir latast landinum og teir skuldu verða vanligur partur av veganetinum.

Á aðalfundi í pf Vágatunnlinum í fjør var hendan avtalan førd út í lívið. Eftir uppskoti frá nevndini var avgjørt, at tunnulin skuldi latast landinum við endan av 2016. Landið hevur ikki heimild at krevja bummgjald á nøkrum vegastrekki, heldur ikki tunnlum. Tí var undir seinastu samgongu avgjørt, at frítt skuldi verða at koyra í Vágtunnlinum, á sama hátt sum í hinum 18 tunnlunum hjá landinum.

Nú er nýggj samgonga og skatta- og avgjaldsøðin kennir eingi mørk. Nú vilja vinstravendu flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn leggja eyka skatt á øll, sum brúka Vágatunnilin. Lánini eru afturgoldin, so talan er bara um at gera tunnilin til eina pengamaskinu tíl óendaligu almennu penganýtslunu hjá vinstravendu samgonuni.

Hetta kann ikki góðtakast og eigur at steðgast sum skjótast. Brúkarin hevur hildi sín part av avtaluni og tí er moralst forkastiligt, um politikkarnir ikki halda sín part.

Komi at hugsa um at “Gevur tú illamanni lítlafingur…………

Jørgen Niclasen, tingmaður

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.