Home Heim & Frítíð Stór verkætlan á Vestaru Bryggju løgd fram í dag

Stór verkætlan á Vestaru Bryggju løgd fram í dag

by OML

Nú seinnapartin legði Selmar Nielsen frá SNA – Selmar Nielsen Arkitektur pf. – fram stóra verkætlan, sum snýr seg um Bacalao-bygningin á Vestaru bryggju. Kommunan eigur bygningin, sum er nakað størri enn Sjóvinnuhúsið.

Lagt er upp til eitt slag av multihúsi við m.a. 50 metra svimjihyli, vatnlandi, spælilandi, rutsjibana, tennis- og squashvallum, rapelling og síðing, wellness og mongum øðrum. Alt húsið verður hitað við sjóhita.

Talan er um eitt privat initiativ. Býráðslimir og umsitingin sóu fyrstu ferð uppskotið í gjárkvøldið. Í dag var kommunan vertur fyri framløguni á Reinsarínum, har borgarstjórin takkaði fyri góð hugskot, ið sum frálíður verða viðgjørd politiskt.

Frá kl 14 lótu dyrnar upp fyri almenninginum at støkka innar á gólvið at síggja verkætlanina.

Keld & myndir: torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.