24.FO
Home Fólk & Samfelag Heimavirkisvørur MVG- og skattafríar

Heimavirkisvørur MVG- og skattafríar

 

Fólkaflokkurin vil broytta skattalógina soleiðis, at heimavirki fær sømdir sum rithøvundar, tónaskald og onnur listafólk.

Jørgin-fólkaf-2011-24.foEin kreativ bylgja hevur skolað yvir føroyska samfelagið seinnu árini. Allar listagreinar spretta við nýhugsan og kreativum hugskotum og tað er av stórum týdningi fyri føroyska samfelagið.

Eisini innan heimavirki hava vit sæð ein eldhug at tulka aldargamla bindingarkynstrið av nýggjum, nýhugsan av búnanum og framleiðslu burturúr horni, gróti, viði og øðrum tilfari. Men tað er ein vandi fyri, at vit missa hesa kreativu orkuna av hondum um vit halda fram við at kvala kreativitetin við krøvum um meirvirðisgjald og innrekan av skatti.

Fólkaflokkurin vil tískil stimbra undir kreativitetin við, at javntseta heimavirki við onnur listafólk. Ein stimbran, sum uppá sikt kann tryggja, at onkur kreativ sál sleppur uppfrá. Okkum øllum til gagns.

Tað skal gerast við at frítaka heimivirkisvirksemi fyri MVG og at persónur kann forvinna 50.000 kr skattafrítt. Tað, ein við sølu av heimavirkisvørum forvinnur yvir 50.000, verður skattað við 15%.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum er lagt fyri løgtingið og sæst HER:

 

http://www.logting.fo/files/casestate/16129/084.15%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20meirvirdisgjald%20og%20ll.%20um%20aseting%20av%20skatti%20-%20Heimavirki.pdf

Jørgen Niclasen

Fólkaflokkurin

 

- Advertisment -

Most Popular

MAKRELURIN STÓRA ÁVIRKAN Á VISTSKIPANINA – grein frá 2015

Fleiri norskir granskarar bera ótta fyri stóra makrelstovninun. Teir vísa á at hann ávirkar alla føðiketuna og neyðugt er at fiska nógv meira av...

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Seneste kommentarer