Home Fólk & SamfelagPolitikkur Altjóða ítróttur skal styrkjast

Altjóða ítróttur skal styrkjast

by OML

Á tingfundi í dag leggja tingfólkini, Annika Olsen og Jákup Mikkelsen, vegna Fólkaflokkin, fram uppskot til samtyktar um at marka játtan á 1,2 mió.  til altjóða luttøku av samlaðu játtanini til Ítróttarsamband Føroya

Í  2015 varð játtanin til ÌSF hækkað við 1,2 mió.  til tess at raðfesta og stimbra altjóða luttøkuna hjá føroysku ítróttini, umframt at úrvalsítrótturin varð raðfestur við 800 tús kr.  Hetta er komið væl við hjá føroyskum ítróttarfólkum, sum seinastu árini hava gjørt seg galdandi í altjóða kappingum.

Í samband við fíggjarlógina fyri 2016 valdi meirilutin í fíggjarnevndini at strika ásetingina um altjóða luttøku á 1,2 mió  í fíggjarlógartekstinum. Hetta er eitt stórt bakkast og afturstig fyri fleiri av ítróttarsambondunum, m.a flogbóltsambandið og svimjisambandið, ið eru virkin á altjóða pallinum. Eitt nú hevur svimjisambandið ikki  fíggjarligt rásarúm at senda  eins nógvar svimjarar,  til EM í London, ið er ein týðandi undankapping til OL í Rio.

Fólkaflokkurin ynskir at stuðla føroyskari ítrótt í  at luttaka í altjóða kappingum, tí hetta er  bæði mennandi og stimbrandi fyri ítróttarfólkini. Somuleiðis er hetta  ein góð marknaðarføring av Føroyum,  tí føroysk ítróttarfólk eru okkara bestu altjóða ambassadørar.  Hetta var m.a. eisini tí,  at játtanin upprunaliga varð hækkað í 2015, og tí eiga tær 1,2 mió. aftur at vera markaðar til altjóða luttøku.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.