Home Fólk & Samfelag Landsstýrið latið Løgtinginum 17 uppskot

Landsstýrið latið Løgtinginum 17 uppskot

by OML

Landsstýrið hevur latið Løgtinginum í alt 17 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.

Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá fleiri stjórnarráðum.

Millum uppskotini, sum Landsstýrið hevur latið Løgtinginum, eru: Uppskot til broyting í matvørulógini, uppskot til broytingar í løgtingslóg um serskúla, uppskot um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval, uppskot til broyting í ársroknskaparlógini og uppskot til broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 59 uppskot fyri Løgtingið.

Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur eftirkannað øll uppskotini.

Seinasti framløgudagur í Løgtinginum er 7.mars 2016.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.