Home Fólk & SamfelagLesarin skrivar Skúlabarnakoyringin illa handfarin

Skúlabarnakoyringin illa handfarin

by OML

Innan bert knappan mánað fingu borgararnir hoyringsskriv, skuldu gera viðmerkingar og skúlabarnakoyringin varð avtikin

  1. januar varð skúlabarnakoyringin út á Norðoyri og norður í Ánirnar avtikin. Sagt varð, at hetta var liður í at rationalisera busskoyringina í kommununi, nú vit hava fingið almenna, ókeypis bussleið.

Tá ið málið var fyri nevnd, vóru vit øll á einum máli um, at rætt er at hyggja eftir slíkum skipanum, tá ið nakað nýtt kemur. Hvussu kunnu vit gera tað betur, bæði fyri borgarar og kommunu. Hetta varð bara ikki gjørt, áðrenn skipanin knappliga varð avtikin. Enntá fingu vit eisini eitt mál á borðið, har játtanin, ið var sett av til skúlabarnakoyringina, skuldi flytast til eina íløgukontu, áðrenn málið var endaliga loyst.

Illa handfarið

Staðbundin nevnd er fyri Norðoyri, tí fingu tey málið til ummælis og segði nevndin sína hugsan um málið. Tey tóku undir við ætlanini, men søgdu, at neyðugt varð at tillaga ferðaætlanina hjá býarbussinum, so hann passaði betur til skúlagongdina hjá børnunum. Av tí at ongin staðbundin nevnd er í Ánunum fingu borgararnir har eitt skriv 3. desember, um broytingarnar, har tey fingu møguleika at koma við viðmerkingum áðrenn 10. desember. Hetta var í hægstu jólatíð. 15. desember kom bræv, at frá 1. januar 2016 skuldi skúlabarnakoyringin avtakast, og so var.

Tað tykist mær ógvuliga løgi, at tað slett ikki hevur verið umrøtt, at lata hetta skúlaárið enda, áðrenn broytingar vórðu gjørdar. Tað er eisini alt ov stutt tíð hjá foreldrum at umráða seg, at skula gera viðmerkingar við freist uppá eina viku, til so grundleggjandi broytingar, ið hava so stóra ávirkan á dagligdagin.

Flyta játtan til annað virksemi

Á býráðsfundinum í januar var mál á skrá, har ætlanin var at flyta játtanina hjá skúlabarnakoyringini til annað virksemi. Hetta tók eg ikki undir við í nevndini, tá ið tað var viðgjørd og var tí fegin um, at málið var tikið av skrá. Málið var aftur á skrá í februar, har tilmælt varð at flyta játtanina hjá skúlabarnakoyringini til býarbussin, so tær tillagingar ið borgararnir ynskja kunnu verða gjørdar. Eri fegin um, at eitt samt býráð tók undir við hesum.

Eftir stendur, at borgararnir so knappliga hava mist eina góða tænastu, uttan at nakað er gjørt at broyta ferðaætlanina hjá býarbussinum og hevur havt ta avleiðing, at foreldrini sjálvi koyra børnini í skúla. Hetta hevur bara ført við sær, at tann ferðsluruðuleiki vit hava við skúlan í dag, vegna skúlabyggingina, bara er øktur.

Sum eg skilji, eru fundir ímillum kommununa og borgararnar á Norðoyri og Ánunum. Vónandi spyrst gott úrslit burtur úr hesum. Vit eiga, tá ið so grundleggjandi broytingar verða gjørdar, at fara nógv betur um okkara borgarar og eisini geva teimum longri skoðbrá, fyri at broytingin skal kennast góð. Tað er ikki í lagi, at borgarar bert innan knappan mánað fáa hoyringsskriv, skulu viðmerkja áðrenn 7 dagar og ein skúlabarnakoyring verður avtikin, tað er alt ov stutt tíð, at umráða seg í.

Gunvá við Keldu

Býráðslimur

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.