Home Tíðindir Torradagar í Klaksvík

Torradagar í Klaksvík

by OML

Komandi viku eru Torradagarnir á skrá í Klaksvík – 15. til 20. februar 2016
Tónleikur, listaframsýningar, myndaframsýning við gomlum myndum, matiné, Klaksvíksstríðið, hummarasøla, opið skip, Torra-kafé, siðsøgulig gonguferð, heilsurenning og heilsu-kafé, framløgur, hugleiðingar og veðurlagsráðstevna eru nakrar av yvirskriftunum, ið standa í drúgvu og áhugaverdu skránni.

Hetta er 10. ferðin, at Torradagar verða hildnir í Klaksvík, sum stillisliga hava ment seg ár undan ári til eitt afturvendandi tiltak, ið fólk hava tikið til sín, og verða tey ymsu tiltøkini væl vitjað.

Uttan at taka nakað framum eitt annað, so verður ein verðurlagsráðstevna við kenda og virda veðurmanninum hjá DR, Jesper Theilgaard. So við honum er hetta á fyrsta sinni, at ein fyrilestrarhaldari kemur uttaneftir at vera partur av Torradøgunum.

Jesper Theilgaard, sum eisini er kendur í altjóða høpi frá veðurlagsráðstevnum, fer leygardagin í Miðhøllini á Skúlatrøð at gera sínar metingar um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 – 30 ár. Verður meira vindur, meira regn, vatnstøðan hægri, kaldari, heitari o.a.? Hann sigur, at veðurlagið er broytt – ikki bara her, men um allan heimin.

Eisini Bogi Hansen, havfrøðingur, heldur ein stuttan fyrilestur: “Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina”.

Terji Nielsen, verkætlanarleiðari frá SEV, sum eru “brúkarar av veðrinum”, fer eisini at greiða frá teirra útbyggingarætlanum av grønari orku. Her kann framtíðar veðrið eisini hava sín týdning.

Nógv ymiskt er á Torra-skránni alla komandi viku – kunnið tykkum um skránna niðanfyri.
Fleiri myndir
 Skráin í pdf

Klaksvik.fo – 12-02-2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.