Hvør hevur ábyrgdina av Eirargarði

384

Á tingfundi 4. februar 2016 boðaði formaðurin frá fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1. Hvør hevur ábyrgdina av Eirargarði 14 og 16, og hevur avvarðandi myndugleiki verið vitandi um, hvørjum standi húsini vóru í?

2. Hvussu vánalig er støðan, nú hjálparleys fólk verða flutt úr sínum egna heimi, og var fyrireikingin fyrireikað frammanundan?

3. Vóru avvaraðandi at búfólkunum nóg væl kunnað, áðrenn búfólkini vórðu flutt?

4. Eru hølini á Eirargarði 14, hagar tey menningartarnaðu eru flutt, hóskandi til tørvin hjá búfólkunum?

5. Fáa búfólkini, ið høvdu egið kamar, sítt egna kamar, ella eru nú fleiri búfólk um hvørt kamar?

6. Er trygd fyri, at nýggi bygningurin, Eiragarður 14, er í betri standi enn Eirargarður 16?

Viðmerkingarnar:

Tað er komið fram í fjølmiðlunum, at menningartarnað fólk eru flutt í bráðskundi av Eirargarði 16 til Eirargarð 14, tí blámusoppur er staðfestur í heiminum. Tey flestu búfólkini eru málleys og ikki før fyri at samskifta og svara fyri seg. Sostatt er talan um okkara allarveikastu og viðbreknastu medmenniskju.

Nøkur av búfólkunum vórðu tvingað at flyta av landinum og niður til Danmarkar inntil miðskeiðis í 1970-árunum, tí umstøður vóru ikki til teirra í Føroyum. Men tá Eirargarður varð settur á stovn í 1980, broyttist alt. Tá steðgaði fráflytingini av menningartarnaðum. Ístaðin fluttu menningartarnað heimaftur. Og nøkur av teimum, ið fluttu aftur til Føroya, búgva á Eirargarði 16.

Hetta er teirra heim. Bygningurin er lagaður eftir teirra tørvi. Tey hava hvør sítt kamar. Skinnarar eru í loftinum, ið eru neyðugir hjá bæði búð- og starvsfólkunum.

Tískil má tað metast at vera stak óheppið, tá búfólkini verða flutt í skundi. Serliga, tá tað bendir á, at flytingin ikki varð fyrireikað frammanundan. Eingir skinnarar eru í loftinum, ið lætta um hjá bæði búð- og starvsfólkunum.

Tá búfólk verða flutt, skuldi man trúð, at tað átti at verið til eitt betri og meir hóskandi og virðiligt stað. Sambært leiðaranum á stovninum, so var hendan flytingin sum at flyta úr øskuni í eldin.

vinarliga

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur

Mynd 24.fo