Home Fólk & Samfelag Heitar keldur í Føroyum

Heitar keldur í Føroyum

by OML

Eftir at rakt var við heitt grundvatn í Kollafirði fyri umleið 1½ árið síðani, hevur Jarðfeingi fylgt væl við hitalagnum og mongdini á vatninum á staðnum. Sum liður í at skilja grundvatn og grundvatnsstreymarnar enn betur er Jarðfeingi áhuga í at hoyra frá fólkið, ið vita um keldur ymsastaðni í landinum. Hetta skrivar Jarðfeingi á heimasíðuni.

Sum ein liður í kanningararbeiðinum av nógva heita vatninum í Kollafirði gjørdi Jarðfeingi í fjør frágreiðingina “Grundvatn í Føroyum”, sum viðger møguleikar fyri grundvatni í Føroyum. Tað hevur leingi verið kunnugt, at grundvatn er at finna í føroysku undirgrundini, og grundvatnið verður ofta í talu millum manna kalla kelduvatn. Hetta er vatn, sum rennur út úr undirgrundini í keldum og verður summastaðni savnað saman av kommununum og brúkt til drekkivatn.

Í undirgrundini situr vatn í poknum og rivum, men vatn kann eisini sita bundið í ymiskum steinsløgum (mineralum). Summastaðni er vatnið umgyrt av tøttum gróti, men aðrastaðni er meiri ótætt í grótinum, t.d. ímillum kornini í eini vatnførandi legugrýtisflógv (sandlind o.a.) ella í einari opnari rivu. Tí er tað av stórum týdningi at kenna jarðfrøðiligu umstøðurnar í økinum, har leitað verður eftir grundvatni, tí eins nógv, ella tøkt vatn, situr ikki í øllum grótsløgum.

Ein partur av hesi vitan kann liggja í at finna og kortleggja allar keldur í landinum. Hesar keldur fáa tilflutt vatn úr dýpinum, og ein staðseting og hitalagið hjá teimum kann vera við til at siga eitt sindur um rivuskipanir í undirgrundini.

Summar av hesum keldum eru heitar við einum hitalagi upp í 18 gradir, sum til dømis Varmakelda (talva 1). Tað hevur altíð verið okkurt gandakent við hesum heitu keldum, sum eru nevndar í bókmentum heilt aftur í 1600-1700-talið av t.d. Debes og Landt, og tær vera mettar av fólki at geva heilsubót og eydnu, um drukkið verður av teimum. Sum nevnt omanfyri hava summar av hesum keldum verið kendar í fleiri hundrað ár, so sum Varmakelda í Fuglafirði og Varmakelda í Svínáum, meðan aðrar nýliga eru lagdar til merkis, so sum 15 gradir heita keldan í Vestmanna. Í sambandi við alingina í Føroyum, sum byrjaði í 1970-árinum, komu aðrar, tó heldur kaldari keldur, undan kavi, millum aðrar keldurnar við Áir og í Skálafirði, sum báðar hava eitt hitalag á umleið 14 gradir. Harafturat koma tær fimm jarðhitaboringarnar í Kollafirði, har vatnið hevur eitt hitalag í millum 19  og 27 gradir.

Tað merkisverda við teimum heitaru keldunum er, at allar liggja í eini belti tvørtur um økið miðskeiðis í Føroyum (Mynd 2 og talva 1). Í 1960-árunum vórðu gjørdar djúpar refraktiónsseismiskar kanningar á Streymoynni av íslendska professaranum, Pálmason (1965). Hesar kanningar kundu bent á, at ein umskaring møguliga finst í grundfjallinum undir Kollafirði. Eitt áhugavert við hesi umskaring er, at hon hevur sama rætning sum beltið av heitum keldum. Hendan umskaring kann gera, at lendið omanfyri umskaringina rørir seg eitt sindur, soleiðis at rivur vera verandi opnar. Eitt tílíkt fyribrigdi ger, at heitt vatn hevur møguleika at treingja seg upp úr jørðini, ført av ringrásum (convection), sum kunnu virka í eini opnari rivuskipan, har samband er millum tær einstøku rivurnar. Ringrásirnar gera, at vatnið kann ferðast gjøgnum rivurnar av yvirflatuni niður í dýpið og uppaftur á yvirflatuna. Nýtt vatn kemur vanliga inn í eina tílíka skipan frá regni í onkrum fjallalendi í nánd. Tungt, kalt vatn søkkur støðugt niður í dýpið og verður samstundis hitað á veg niður, meðan tað heitara og lættara vatnið í staðin vil treingja seg upp. Við hesi ringrás verður hiti tikin úr dýpinum og fluttur upp í tey grynru jarðløgini. Grótið í dýpinum gerst sostatt lutfalsliga kaldari enn vanligt er á hesum dýpi, meðan grótið longur uppi verður hitað upp. Hendan ringrásskipanin kann gera, at heitt vatn lekur út á yvirflatuna, ella at man av tilvild rakar við heitt vatn í eini jarðhitaboring, sum man gjørdi í Kollafirði.


Mynd 1: Jarðfrøðiliga kortið við staðseting av heitum keldum (reyðar stjørnur)
og heitum boringum (gular stjørnur).

> Kelstrup (1983)
¤ Landt (1800)
Talva 1. Hitastig í teimum kendu heitu keldunum og boringunum har hitin er óvanliga høgur, sí mynd 1 fyri staðseting.

Vitanin um heitu keldurnar saman við vitan um nógva heita vatnið í Kollafirði, umframt kanningar av rivuskipanum runt um í Føroyum, kunnu vera við til at staðfesta aðrar heitar og minni heitar djúpar grundvatnsskipanir í Føroyum, sum kunnu vera til gagns fyri føroyska samfelagið bæði sum drekkivatn, men eisini sum geothermal orkukelda til fjarhitaskipanir. Eitt dømi, um hvussu heitt vatni er í undirgrundini í Føroyum, er úr Lopraboringini, har vatnið var 100 hitastig á 3500 m dýpi, t.v.s. at vatnið hitnar áleið 1 stig fyri hvørjar 35-40 metrar.

Um tað er onkur, sum veit um keldur, kaldar ella heitar, onkrastaðni í Føroyum, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við Janu Ólavsdóttir á tel. 277867 ella á teldupost jo(kurla)jf.fo, Óluvu Eidesgaard á tlf. 224389 ella á teldupost oei(kurla)jf.fo ella Meinhard Eliasen á tlf. 215980 ella teldupost me(kurla)jf.fo.
Niðanfyri er ein leinkja til frágreiðingina:
Grundvatn í FøroyumKelda: Jarðfeingi – 22. januar 2016

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.