Home Heim & Frítíð Norðurlendskir pall-listadagar í Føroyum

Norðurlendskir pall-listadagar í Føroyum

by OML

Tíðindaskriv frá Leikarafelag Føroya:

DAGARNIR 2016 // Nordic Performing Arts Days 2016

 Norðurlendskir pall-listadagar í Føroyum

 Høvuðsstaðurin verður í døgunum 24.-28. mai karmur um ein nýggjan spennandi festival, sum kallast Nordic Performing Arts Days  – ella bara DAGARNIR 2016.

Føroyski áskoðarin kann gleða seg til eitt tyssi av fjølbroyttum norðurlendskum framførslum og tiltøkum hesar dagar í mai. Høvuðskarmar um festivalin verða Norðurlandahúsið og Tjóðpallur Føroya – men við mongum spennandi framførslum, verður eisini leitað út um pallkantin, eisini út á støð, har vit vanliga ikki fara til sjónleik.

Her verður nakað fyri allar smakkir, allar sansir og fyri allar aldursbólkar.

Vit varpa ljós á interaktivitet og nýggj rák í norðurlendskari og altjóða leiklist. Á skránni er eitt nú:

– Gestaleikir –  Forkunnugar framførslur við teimum bestu leiklistafólkunum í Norðanlondum.

– New Nordic Drama – ella LeikREAD, nú í nýggjum hami.

– Harumframt verða mentanarráðstevnur, ListaPrát, útferðir við framførslum, norðurlendskir gestir og mangt, mangt annað.

Millum onnur luttaka hesi listafólk:

Úr Svøríki: Palle Hanæus and The Miracle Nuts við leikinum Flugo!

Úr Íslandi: 16 lovers við leikinum  Ikea Travels

Úr Føroyum: Veitslan

Úr Danmark: Fix & Foxy við kenda Ibsen leikinum Eitt dukkuheim

Úr Noregi: By Proxy við leikinum Stop Being Poor

Úr Finnlandi: Takoma Theatre við leikinum Dark Side of the Mime

Úr Álandi, Finlandi, Danmark, Noregi og Føroyum: Kompani Nord við We, The Drowned

Úr Svøríki: Suzanne Osten & Ann-Sofie Bárány Dialogue on Childhood and Creativity

Úr Grønlandi: Tjóðleikhúsið í Grønlandi við Maskudansi

Úr Bretlandi: Melanie Thompson Performance Writing

  • bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.

 New Nordic Drama – reading festivalurin, sum vit kenna sum LeikREAD, nú í nýggjum hami og við nýggjum verkum:

  • 6 norðurlendsk leikverk
  • 6 høvundar
  • 2 leikstjórar
  • 12 norðurlendskir leikarar, 2 úr hvørjum landi
  • 2 ferðir 4 tímar venjing av hvørjum leiki
  • Leikverkini verða framførd sum pallsettar lesingar á upprunamálunum fríggjadagin og leygardagin í Norðurlandahúsinum.
  • Millum hesi 6 verk telist eisini eitt føroyskt, sum verður kunngjørt 1. februar 2016.

Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya skipar í sambandi við Dagarnar fyri stórum tiltaki saman við Havnar Sjónleikarfelagi, har interaktiv sensorisk leiklist verður sett á breddan fyri fyrstu ferð í Føroyum, undir kønari leiðslu av listafólkunum Gabriel Hernandez og Marga Socias frá altjóða viðurkenda leikhúsinum Teatro de los Sentidos.

 Meira um skránna á nordicperformingartsdays.fo

 

Leikarafelag Føroya er vertur fyri Døgunum 2016 í tøttum samstarvi við

Netverki fyri norðurlendska palllist, Norðurlandahúsi og Tjóðpalli Føroya.

 Meira kunning fæst við at venda sær til fyriskipararnar á t-posti: dagarnir@dagarnir.fo

Gunnvá  Zachariasen, verkætlanarleiðari, tlf. 58 58 28

Vár Berghamar Jacobsen, samskipari, tlf. 52 11 62

umframt Sunnuva Bæk, Norðurlandahúsið,

og Jenny Petersen Tjóðpallur Føroya

Laura Ramberg, Dansk-ITI, samskipari New Nordic Drama

Marita Svartá, samskipari, New Nordic Drama

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.