Home Ung & Ítróttur 37 Lestraríbúðir í miðbýnum um eitt ár

37 Lestraríbúðir í miðbýnum um eitt ár

by OML

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at selja Bústøðum loninar, sum venda móti Sjúrðargøtu og Tórsgøtu, har ætlanin er at byggja 37 lestraríbúðir, sum skulu standa lidnar longu um eitt ár.

Umleið helmingurin av íbúðum verða eittrúmsíbúðir, hin helmingurin eru tvey- og trírúmsíbúðir. Nýggjar inngongdir verða frá Sjúrðagøtu og Tórsgøtu, og kommunan fer beinanvegin undir at gera alt uttanumøkið.

Arbeiðið verður sett í gongd beinanvegin og gjørd verður ein partalagsavtala millum innboðin feløg, sum skulu standa fyri byggingini. Høvuðsráðgevar eru SNA Arkitektar saman við Tórshavnar kommunu.

Kunnandi borgarafundur um ætlanina verður í februar, kunngjørt verður seinni.

Andras Róin, stjóri á Bústøðum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnaðust í morgun eftir at sáttmálin var undirskrivaður. Báðir meta, at fasadan á skúlanum verður sera snotilig, eins og at veruligt lív kemur í fríøkið við skúlan.

– Hetta er størsta átak í Føroya søgu, tá tað snýr seg um lestraríbúðir. Haraftrat verður bygt mitt í býnum, og tí kemur hetta at skapa nógv lív í miðbýnum við nógvum ungdómi. Økið verður samstundis eitt alment savningarstað hjá øllum borgarum, tí talan verður um at brúka auluna til alment virksemi eins og áður við tónleiki, list, framsýningum og fyrilestrum, sigur Heðin Mortensen.

– Báðar fimleikahallirnar verða umskipaðar til eitt stórt innandurða spælipláss, sum helst skal kunna brúkast sum rørsluøki til eldri eisini. Sjálvur garðurin verður ímynd av einum livandi øki, sum verður flættað saman við Grasagarði og eitt nú Steintúni, sum nú eisini verður umskipað til eitt miðøki í býnum.

– Nú kemur Kommunuskúlin aftur til heiður og æru og verður eitt satt prýði fyri Tórshavnar bý, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Á myndini síggjast Heðin Mortensen, borgarstjóri, saman við Inibjørg Berg, kommunustjóra, og Andras Róin, stjóra, og Jóhann Mortensen, stýrisformanni hjá Bústøðum.
Niðanfyri mynd úr kommunuskúlagarðinum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.