Home Fólk & Samfelag Borgarstjórin á fundi við landsstýriskvinnuna

Borgarstjórin á fundi við landsstýriskvinnuna

by OML

Í gjár var Jógvan Skorheim, borgarstjóri á fundi við Siri Stenberg, landsstýriskvinnu í Heilsu- og Innlendismálum. Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir var eisini við á fundinum.

Landsstýriskvinnan í Heilsu- og Innlendismálum varðar av nógvum málsøkjum, sum eru sera viðkomandi fyri kommunala arbeiðið, og í gjár vórðu fleiri ymisk evni umrødd á fundinum ímillum Siri Stenberg, landsstýriskvinnu, Jógvan Skorheim, borgarstjóra og Óluvu Klettskarð, forkvinnu í Trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir.

Eitt nú snúði fundurin seg um eldraøkið, sum kommunurnar í Norðoyggjum hava skipað í Norðoya Bú- og Heimatænastu. Hetta fyrsta árið síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið, hevur NBH gjørt serliga nógv burturúr at kanna tørvin og møguleikarnar fyri menning av eldraøkinum í Norðoyggjum, og hesum arbeiðnum vísti landsstýriskvinnan stóran áhuga fyri. Afturat hesum snúði fundurin seg eisini felags áhugamál á sjúkrahúsøkinum og Heilsutrygd.

Málsøkini orku- og umhvørvismál verða eisini umsitin í Heilsu- og Innlendismálaráðnum og tí vísti landsstýriskvinnan eisini serligan áhuga fyri sjóhitaskipanini, sum Klaksvíkar kommuna skjótt fer at taka í nýtslu. Sjóhitaskipanin í Klaksvík er somikið stór, at har er møguleiki fyri at knýta fleiri almennar bygningar uppí skipanina eisini, og møguleikarnir fyri hesum vórðu somuleiðis umrøddir á fundinum í gjár.

Kelda: Klaksvik.fo 21-01-2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.