Home Fólk & Samfelag Kanningarætlan hjá Magnusi Heinasyni í 2016

Kanningarætlan hjá Magnusi Heinasyni í 2016

by OML

Eins og onnur ár hevur Havstovan gjørt eina ætlan fyri kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni fyri hetta árið. Talan er fyri tað mesta um afturvendandi túrar, sum verða gjørdir á sama hátt og um somu tíð á hvørjum ári.

Umframt er pláss fyri nøkrum fáum túrum, ið skifta á hvørjum ári, og sum eru ætlaðir at kanna ymiskt, ið ikki er umfevnt av teimum afturvendandi túrunum. Í ár verða gjørdir 3 tílíkir túrar: Í apríl verður 1 vika nýtt at kanna møguliga sildagýting eystanfyri, og beint aftaná er 1 vika sett av til at gera royndir við rist í vanligum stjørnutroli. Í september-oktober eru 2 vikur settar av til sama endamál.

Teir afturvendandi túrarnir eru: Botnfiskur á Landgrunninum og á Føroyabanka verður kannaður á 6 yvirlitstrolingum; uppsjóvarfiskur (sild og svartkjaftur) verður kannaður á trimum túrum; fiskayngul, plantu- og djóraæti, hiti, salt, føðslusølt o.a. verða kannað á 7 túrum tilsamans; fiskur á djúpum vatni verður kannaður á einum túri; svartkalvi verður kannaður á einum túri, og 1 túrur verður nýttur til at merkja tosk. Triðja hvørt ár verður nøgdin av makreleggum kannað saman við øðrum tjóðum; hesin túrur verður í ár í mai-juni.

Ein onnur afturvendandi kanning er av makreli; hon verður gjørd við leigaðum skipi.

Tá hvør túrur er liðugur, verður ein túrfrágreiðing skrivað og løgd út á heimasíðuna hjá Havstovuni.

Túrætlan fyri 2016 er at finna her.

Kelda:hav.fo mynd 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.