Home VinnutíðindiFiskivinna ’Lógloysi meðan vit bíða …

’Lógloysi meðan vit bíða …

by OML
ÓlavurWaag

Ólavur Waag Høgnesen, Samfelagsfrøðingur & BA jur

Uppskotið til makrelkunngerð fyri 2016 byggir á somu uppfatan og sama heimildargrundarlag sum fyrisitingin hjá Jacob Vestergaard gjørdi. Landsstýrismaðurin ætlar at bíða við at halda lógina, inntil vit hava fingið eina nýggja lóg

Fyri ársskiftið skuldi landsstýrismaðurin koma við uppskoti um, hvussu hann ætlaði at fyrisita tað tilfeingi í føroyskum sjóøki, sum ósemjur hava verið um. Sum kunnugt kritiseraði løgtingsmaðurin Høgni Hoydal í 2012 harðliga Jacob Vestergaard fyri hansara fyri­siting av hesum tilfeingi. Lands­­stýr­is­maðurin er í einari marg­hátt­­ligar tvístøðu:

  1. a) Velur landsstýrismaðurin Høgni Hoydal at halda seg til upp­fat­­anina hjá fyri­sit­ingini og fylgja tilmælum hennara, so er tað í stríð við uppfat­an­ina hjá løgtingsmanninum Høgna Hoydal, sum í 2012 kærdi Jacob Vestergaard fyri heim­ildarloysi …
  2. b) Velur lands­­stýr­­is­­mað­urin Høgni Hoydal at halda seg til aðra upp­fat­­an av lógini, so kem­ur hann í andsøgn til sína egnu fyrisiting …

Landsstýrismaðurin hevur valt

Landsstýrismaðurin skal umsita sítt málsøki á lógligan hátt. Men hvør uppfatan er tann rætta, t.v.s. lógliga? Í løtuni gongur eitt rættarmál í Eyst­ara Landsrætti, ið helst fer at svara hesum spurningi, og siðvenjan sigur, at vit tiga, meðan rætturin situr.

Men landsstýrismaðurin fær onga hjálp frá dómsvaldinum. Orsøkin er, at málið verður ikki tikið til dóms fyrrenn til várs, kanska seinni, og so leingi kann landsstýrismaðurin ikki bíða, tí livast má og fiskast má … So meðan vit onnur mugu tiga, meðan rætturin situr, so noyðist landsstýris­mað­urin at handla – og velja! Og tað hevur hann longu gjørt.

Hann hevur sent út til hoyringar uppskot til kunngerð um skipan av fiskiskapi eftir makr­­eli 2016. Og fyri at siga tað stutt: Uppskotið er í fullkomn­um samsvari við fyrisitingina hjá Jacob Vester­gaard (sama kann prinsipielt eisini sigast um uppskotið um uppboðssølu, ið ikki skal viðgerast her).

Fyrisita politisku útlutanina

Útvarpið spurdi landsstýrismannin, um hann hevði lutað út politiskt, nú hann nýtir sama leistin sum undanmaðurin í stólinum. Veruleikin er, at landsstýrismaðurin heldur a) at Jakob Vestergaard umsat ólógliga b) at Jakob Vestergaard útlutaði politiskt og c) at Høgni Hoydal brúkar sama leist sum Jakob Vestergaard.

Reinsa vit útsøgnina hjá lands­stýrismanninum fyri politiskt spinn, so var svarið frá honum tískil eitt greitt ja: Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at hann – um kunngerðarupp­skotið verður lýst – umsitur ólógligt og at hann hevur útlutað politiskt (nevni­liga í samsvari við politisku útlutanina hjá undan­farnu sam­gongu).

Orsøkin er tíðarneyð, upplýsti landsstýrismaðurin. Undanfarna samgonga útlutaði politiskt, men hann ætlar ikki at gera seg sekan í tí sama við at bara gera eitt øðrvísi – men harfyri eins óheimilað og politiskt – býti. Nei, hann og samgongan virka fyri einari nýggj­­­­­ari skipan, samtykta av løgtinginum, ið verður grundað á eina marknaðarskipan.

”Lóg er lóg, men …”

Alt gott um tað, men her er eitthvørt, sum skurrar, tá ið um rættartrygd ræður: Í roynd og veru sigur landsstýrismaðurin, at hann fer at umsita ólógligt og lata politisku útlutanina standa við, inntil nýggja skipanin er klár!

Her er eisini eitthvørt, sum ikki er heilt logiskt: Tá ið løgtingsmaður – ella hvør sum helst annar – heldur seg kunna staðfesta, at ein ávís umsiting (t.d. tann hjá Jakobi Vestergaard av nýggja tilfeinginum 2010-2015) er ólóglig, so hevur tað sum fortreyt, at viðkomandi heldur, at tað – í lógarverkinum – finst ein annar, lógligur máti at umsita eftir.

Men landsstýrismaðurin ætlar eftir øllum at døma ikki at søpla tíðina burtur við nøkrum so óviðkomandi sum at vita, hvat er lógligt eftir galdandi lóg og at fyrisita eftir tí. Nei, tann skipanin, sum sambært honum er ólóglig, skal vera eitt slag av provisoriskari skipan, tí tað hava partarnir vant seg við. Landsstýrismaðurin tekur sær sostatt eftir kunngerðini og samrøðuni í KvF at døma ræði at seta galdandi lóg úr gildi við fyrisitingarligari avgerð.

”Ólógligt eina tíð, OK?”

Tað virkar eitt sindur løgið í einum rættarsamfelag, hvørs stýrisskipanarlóg (SL) ásetur, at løgmaður og landsstýrisfólk hava rættarligu ábyrgdina av teimum málsøkjum, sum løgd eru til teirra, SL § 37 (løgmaður skal hava eftirlit við, at landsstýrisfólkini fyrista á lógligan hátt, SL § 33, stk. 3), og sum hevur eina ábyrgdarlóg (ÁL), ið ásetur revsing fyri landsstýr­isfólk, sum tilvitað ella av grovum ósketni skúgva til viks sínar skyldur (ÁL § 5), ella medvirka til ólógligar gerðir hjá starvsfólki, eitt nú við at lata vera við at forða fyri tí (ÁL § 4).

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er formaður í einum flokki, hvørs stevna m.a. ásetur, at ”Politiska lív landsins verður grundað á satt fólkaræði. Valdið er fólksins, og teir, sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum.”.  Mær kunnugt hevur landsstýrismaðurin ikki givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar í hesum máli (ÁL § 5). Haraftur ímóti hava fólksins umboð nú hoyrt hann siga alment, at hann ikki fyribils ætlar sær at halda galdandi lóg.

Ólavur Waag Høgnesen, Samfelagsfrøðingur & BA jur

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.