Home Fólk & Samfelag Reyða gongan og teir hundrað dagarnir – grát mítt elskaða land

Reyða gongan og teir hundrað dagarnir – grát mítt elskaða land

by OML

Nú samgongan skjótt rundar fyrstu 100 dagarnar í politisku brúðarsongini eru mong, sum undrast yvir burturav vánaliga handalagið hjá hesum reyða kabinetti. Hetta skrivar Bjarni Djurholm á heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum.

Men er nakað nýtt undir sólini?

Í 1985 bað táverandi javnaðarløgmaður um 500 dagar at fáa samfelagið á rætta sosialistiska kós saman við Tjóðveldi (sum eisini tá umsat fíggjarmál), Sjálvstýri og Kristiliga fólkaflokki. 4 ár seinni vóru Føroyar á búskaparligu eggini, haðani vit síðani endaðu sum ørmundarhús við størsta búskaparliga skrædli nakrantíð. Alt fór á heysin og danir tóku valdið í Føroyum.

Í apríl 1993 funnu somu sosialistisku flokkar aftur saman, og tað sum ikki var ringt tá, gjørdist hvaðna verri í 1994. Teir stungu í sekkin og val var 7. juli sama ár.

Í 2008 mynstraðu teir aftur landsstýri – Javnaður, Tjóðveldi og Miðflokkurin, CHE-gongan. Heldur ikki hesaferð kundu teir rósa sær av sosialistisku ferðini. Samgongan megnaði at hækka fíggjarlógina søguliga høgt – við 7%. Men so kom eitt lyklarhol i vegin, sum Tjóðveldi smoygdi sær út ígjøgnum.

Í 2011 royndu teir so aftur nakrar mánaðir, makrelsamgongan. Tá fingu teir sósað Sambandið uppí, men úrslitið var tað sama. Hesaferð avreiddu teir uppisjóvarfisk til ein glastrevjabát, sum kinesarar fingu ágóðan av. Rami roykurin í sosialistiska bakarínum gjørdist ov herkin og val var longu 29. oktober sama ár.

Søgan endurtekur seg

Nú funnu teir so saman aftur. Javnaður og Tjóðveldi saman við Framsókn. Framsókn sýnist nýtt í reyða í selskapinum, og tó – floksformaðurin var ein av ídnastu fyri donsku (sosialistisku) loysnunum í 90-unum (hartaði tá Fólkaflokkin fyri ikki at taka undir við danska planbúskapinum fyri Føroyar).

Sami formaður var eisini ein av arkitektunum í makrelsamgonguni og er nú vissan og trygdin fyri sosialistiska politikkinum hjá hesum landsstýrinum.

Demonisering

Farnu árini demoniseraðu miðlarnir upp í saman undanfarnu samgongu. Hetta hóast hon megnaði at fáa samfelagið úr alheims búskapar- og fíggjarkreppuni, sum eindømi í vesturheiminum.

Góðu úrslitini, sum upp í saman vóru lítisgjørd av Javnaði, Tjóðveldi, Framsókn og av miðlunum, men róst av altjóða metingarstovnum, vóru eyðsýnd. Úr rúgvuni kunnu verða nevnd:

  • Lægsta arbeiðsloysi í Evropa,
  • arbeiðsmegin veksur alsamt,
  • fólkatalið fór at vaksa,
  • flatskattaskipan,
  • nýggj pensiónsuppsparing,
  • eldraøkið til kommunurnar,
  • 5% vøkstur í BTÚ (størstur í Evropa),
  • útflutningurin setti met,
  • yvirskot á handils- og gjaldsjavna,
  • lønargjaldingarnar vuksa í øllum vinnugreinum,
  • sáttmálar á øllum arbeiðsmarknaðinum,
  • eingi verkføll,
  • løntakarar reallønarvøkstur,
  • mettal av lesandi á Fróðskaparsetrinum og miðnámsskúlunum,
  • Marknagilsdepil,
  • Landssjúkrahúsið útbyggjast,
  • undirsjóvartunlar undir Tanga- og Skopunarfirði,
  • minsta lutfalsliga fíggjarlógarhall og almenna skuld í Evropa,
  • inntøkurnar hjá landskassanum vuksu við 5% árliga, eisini Evropamet,
  • makrel- og sildaavtala við ES o.s.fr, o.s.fr.

Glorifisering

Ístaðin fyri at fegnast um fantastisku úrslitini, so vóru tey tagd burtur. Duld fyri almenninginum, sum áhaldandi heldur fekk at hoyra um eina glorifisering av andstøðuni og serliga av løgmanninum, sum koma skuldi.

Og ágangurin á farnu samgongu og skammrósið av andstøðuni gav ætlaða úrslitið. Reyða kabinettið vann valið, hóast sera tepurt – helst til undran og forargilsi fyri sosialistarnar og summar miðlar, sum ikki høvdu annað enn agerað sum lærhvølpar fyri reyðu andstøðuna.

Og nú eru so 100 dagar skjótt runnir, og hvussu hevur hepnast?

Afturhvarv

Jú, sum eitt deja vu, eitt afturhvarv, har søgan endurtekur seg. Størri politiska hurlivasa man fáur hava sæð fyrr.

Sosialistiska samgongan, sum proklameraði gratis-samfelagið undan valinum, gjøgnumskygni, treytaleyst nærlagni og annað gott reytt, hevur avdúkað sjáldsama vánaligt politiskt handalag. Og fólk og vinna eru sum vera man púra ørkymlað.

Rokningar verða fyrilitarleyst lagdar á borgarar og vinnu. Skattir og gjøld beinleiðis á borgaran uppá umleið 200 mio. kr komandi ár. Og harumframt fyri at fíggja sosialistiska ævintýrið, verður vinnan skattað við øðrum 350 mio kr.

Skattalættin eisini rein kamuflaga fyri at káva útyvir rokningarnar til borgararnar. Inntøkur at bólgna landskassan við, so meira verður at keypa atkvøður fyri til komandi val.

Og alt hetta verður gjørt í politiskum hissini, har teir tríggir reyðu samgonguleiðararnir hava sitið og sjussað seg fram til allar okursrokningarnar – uttan mið og uttan almenn mál.

Úrslitið er hareftir. Tey uppskot, sum ikki longu eru jarðað umvegis politisku umtaluna og viðgerðina annars í Løgtinginum, eru so maltrakterað, at fá kenna tey aftur.

Hetta var so jólagávan til vónríku veljararnar hjá samgonguni og til okkum onnur, sum hava lært av søguni og vita, at sosialistiskir royndartúrar altíð enda í hurlivasa fyri land og fólk.

Grát mítt elskaða land.

Bjarni Djurholm

 

Kelda:folkaflokkurin.fo 18-12-2015

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.