Home Fólk & Samfelag Jobmatch er komið fyri at vera

Jobmatch er komið fyri at vera

by OML

Í dag setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Jobmatch 2015 í Norðurlandahúsinum.

Í røðu síni segði landsstýrismaðurin m.a., at Jobmatch hevur ment seg og blivið eitt alsamt størri tiltak. Jobmatch er tí komið fyri at vera, og er blivið ein sjálvsagdur partur av sambandinum millum lesandi, nýútbúgvin og føroyska arbeiðsmarknaðin. Ein kanningin, sum Jobmatch hevur latið gera vísir eisini, at hugurin millum útisetar at flyta heimaftur er vaksandi. Og Jobmatch hevur uttan iva havt sína ávirkan á, at fleiri hava fingið og fara at fáa møguleikar at velja Føroyar.

 

Røðan hjá landsstýrismanninum:

Tað er mær ein heiðurin at fáa høvi til at seta Jobmatch 2015. Í ár er tað sjeyndu ferð, at skipað verður fyri Jobmatch.

Jobmatch hevur, ár fyri ár, ment seg og blivið eitt alsamt størri tiltak. Eg farið nokk ikki skeivur, tá eg sigi, at ongantíð áður hava so nógvir stovnar, kommunur og fyritøkur luttikið á Jobmatch sum í ár. So vit kunnu tí siga, at Jobmatch er komið fyri at vera, og at Jobmatch er blivið ein sjálvsagdur partur av sambandinum millum lesandi, nýútbúgvin og føroyska arbeiðsmarknaðin.

Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni – sum eg umboði her í dag – er politiska málið um einar “Yngri Føroyar”. Vit vilja arbeiða fyri at okkara ungu støðast og trívast her heima, og at fleiri og fleiri koma heim aftur eftir loknan lestur – snøgt sagt, at fleiri ung velja Føroyar.

Ein tann mest avgerandi orsøkin, at fólk velja at seta búgv her heim eru arbeiðsmøguleikarnir. Ein lokkandi arbeiðsmarknaður við spennandi og avbjóðandi størvum er tí ein avgerandi fyritreyt.

Føroyar hava nógv at bjóða okkara ungu – eisini tá tað snýr seg um spennandi og avbjóðandi arbeiðsmøguleikar.

Vit hava fyritøkur, sum megna at standa seg í fremstu røð í kappingini á heimsmarknaðunum. Og vit hava stovnar og fyritøkur, sum megna at veita borgarum góðar tænastur og tryggja eitt vælferðarstøði, ið telist millum heimsins bestu.

Men tað er fyrst og fremst tey ungu, sum hava nakað at geva okkum og okkara samfelagi.

Vit hava ein væl skikkaðan ungdóm við góðum útbúgvingum – førleikum sum eisini arbeiðsgevarar úti í heimi spyrja eftir. Vit hava tørv á hesum førleikum at skapa virðir og vøkstur í okkara samfelag.         

Okkum tørvar eldhuga og fjølbroytni – tað verið seg í tí privata eins og í almenna geiranum. Tað eru eisini í stóran mun ungdómurin, sum eigur ta nýhugsan og drívmegi, sum skal til fyri at flyta samfelagið framá. Tí uttan nýhugsan dragna fyritøkur afturúr í kappingini. Og uttan nýhugsan verða almennar tænastur ikki mentar og betraðar.

So Jobmatch er sjón fyri søgn um, at partarnir hava nógv at bjóða hvørjum øðrum.

At skapa eitt lokkandi og tíðarhóskandi samfelag er ikki ein avbjóðing, sum nakar einstakur geiri í samfelagnum megnar at lyfta einsamallur. Tí gleðir meg, at so nógvar privatar fyritøkur, almennir stovnar og kommunur hava valt at brúka Jobmatch, sum ein glugga at bjóða seg fram í.

Ein kanningin, sum Jobmatch hevur latið gera vísir, at hugurin millum útisetar at flyta heimaftur er vaksandi. Jobmatch hevur uttan iva havt sína ávirkan á, at fleiri hava fingið og fara at fáa møguleikar at velja Føroyar.

Eg vil her at enda takka øllum tykkum, sum hava stuðlað Jobmatch. Eina serliga tøkk til Tórshavnar Kommunu og Bakkafrost fyri teirra dyggan stuðul. Ikki minni takk til øll tey, sum hava luttikið og skipa fyri øll hesi árini, og hava megnað at givið Jobmatch tann týðandi leiklutin, sum tiltakið hevur.

Eg bæði vóni og vænti, at øll tit sum luttaka í ár fáa sum mest burturúr, og við hesum orðum vil eg hervið seta Jobmatch 2015.

Takk fyri.

Kelda: Vinnumálaráðið

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.