Samgongan hevur játtað 700 túsund krónur til umvælingar av Føroya Fólkaháskúla.

Seinastu tíðina hava vit hoyrt um ringa standin, sum bygningarnir á Háskúlanum eru í. Sum tað fyrsta verður nýtt tak lagt á, og eisini aðrar, umfatandi umvælingar eru neyðugar, fyri at Háskúlin skal kunna bjóða næmingunum nøktandi karmar.

Tað er sjálvandi harmiligt, at tað skuldi koma so vítt, men bygningarnir skulu umvælast, og hetta kostar pengar. Samgongan hevur so higartil játtað 700 túsund krónur til umvælingarnar.

Í eygnahædd

Umframt hendan stuðulin er neyðugt at arbeiða fyri, at Háskúlin fær betri umstøður at virka í. Háskúlin er eitt týdningarmikið tilboð í dagsins fjølmentan. Her verða næmingarnir gingnir á møti, har tey eru, og her hava tey møguleika at læra seg sjálvi og teirra evni betur at kenna.

Uppgávan hjá Háskúlanum er at møta ungu næmingunum í eygnahædd og at gera tey út so væl sum gjørligt, so at tey kunnu gerast virknir luttakarar í teirra samtíð. Her kunnu tey búnast og fáa betri fortreytir fyri at velja tað lívið, sum er gott fyri júst tey.

Føroya Fólkaháskúli – 116 ár og framvegis neyðugur

Síðan 1899 kundi føroyskur ungdómur koma á háskúlaskeið í egnum landi. Tá kundu ung í Føroyum fyri fyrstu ferð í lívinum fáa undirvísing á føroyskum í søgu, kristni, landalæru, og í náttúrufakum. Saman við andanum skuldi likamið røkjast, og fimleikur var eisini á tímatalvuni. Genturnar kundu læra at seyma og dreingirnir lærdu smíð við framtíðar vinnuligum virksemi og inntøku fyri eyga. Livandi orðið, og her á móðurmálinum í eini tíð, tá ið tað mesta fór fram á donskum, var høvuðsamboðið í virkseminum.

Háskúlin er framvegis og eisini frameftir neyðugur í føroyska samfelagnum. Samgongan raðfestir fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar høgt, og tí skal Háskúlin hava betri karmar at virka í.

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin