Home Fólk & Samfelag Stórt jólatiltak ávirkar ferðsluna fríggjakvøldið og leygardagin

Stórt jólatiltak ávirkar ferðsluna fríggjakvøldið og leygardagin

by OML

Í samband við tiltakið Norðurjól, sum Kunningarstovan skipar fyri, verður ikki koyrandi eftir einum parti av Biskupsstøðgøtu fríggjakvøldið og leygardagin.

Leygardagin 19. desember verður stórt ókeypis jólatiltak á torginum frammanfyri Norðoya Kunningarstovu og Bókasavnið.
Í hesum sambandi verður ein partur av Biskupsstøðgøtu stongdur fyri allari ferðslu frá fríggjakvøldinum 18. desember kl.22.00 til leygarkvøldið 19. desember kl.20.00. Talan er um vegastrekkið á Biskupsstøðgøtu frá Fjósabrekku til Skúlaveg (sí mynd), og vegleiðandi skelting verður sett upp í økinum. Skráin fyri tiltakið verður kunngjørd seinni.

Keld: klaksvik.fo 16-12-2015

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.