Home Heim & Frítíð Summar Festivalurin leggur frá landi

Summar Festivalurin leggur frá landi

by OML

Dato sett á næsta Summar Festivalin, og forsølan er byrjað Summar Festivalurin 2016 verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august 2016, og nú er forsølan til festivalin byrjað.

Síðani 2004 hevur Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík, og tiltakið næsta ár verður tann 13. Summar Festivalurin. Summar Festivalurin er landsins størsta tónleikatiltak og bjóðar stór útlendsk nøvn og føroyskar bólkar. Seinnu árini hava bólkar sum Twisted Sister, Roxette, Westlife og Ronan Keating spælt á Summar Festivalinum. Í ár hevur Summar Festivalurin tikið nýggja atongumerkjaskipan í brúk, og frameftir skulu fólk, sum keypa vikuskiftispass online, sjálvi prenta síni atgongumerki út. Skipanin fer at gera tað lagaligari hjá bæði fyriskiparum og gestum.

Vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum kring landið og online á heimasíðuni sf.fo. Fyrstu 2000 vikuskiftispass verða seld fyri serligan byrjanarprís.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.