Home Vinnutíðindi Rættleiðing frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Rættleiðing frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag

by OML

Rættleiðing til tað, sum borið er fram um støðuna hjá Skipara- og Navigatørfelagnum í sambandi við broytingar í fiskivinnuni.

Í tíðindasending í Kringvarpinum var sagt soleiðis: Umboð fyri yvirmanningarfeløgini tók undir við at royna uppboðssølu fram til tilmæli kemur frá arbeiðsbólkinum, ið skal setast at gera fiskivinnunýskipanina. Skipara- og Navigatørfelagið vil her gera púra greitt, at hetta ikki er í tráð við sannleikan.

Støðan hjá felagnum er henda:

1) Tá talan er um, at reiðari hevur goldið fyri eina kvotu, so er kvotan altíð ogn hjá reiðaranum, og útreiðslur fyri kvotuna kunnu tí undir ongum umstøðum ávirka hýruna hjá limum okkara. Hetta gjald eigur reiðarin altíð einsamallur.

2) Støðan hjá felagnum er, at hýran altíð verður goldin av avreiðingarvirðinum áðrenn talan er um gjøld t.d. tilfeingis- og veiðugjøld.

3) Uppboðssølan skapar ótryggleika í vinnuni, og her kann nevnast at Barentshavsflotin, sum hevur upparbeitt sølulið út í heimi, kann fara fyri skeyti.

4) Krøvini um gjøld fyri avreiðing uttanlands eru ein forðing fyri fríum marknaðarkreftum. Felagið mótmælir tí hesi skipan, sum skjótast gjørligt eigur at vera avtikin.

5) Skipara- og Navigatørfelagið mælir til eina loyvisskipan, sum er eini 12 til 15 ár.

6) Felagið mælir til, at tá talan er um heimaflotan, eigur t.d 1/3 av veiðuni at vera seldur um telefonuppboðssølu aftaná, at hann er veiddur við føroyskum skipum við føroyskari manning.

Tórshavn tann 03-12-2015.
Vegna Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð, formaður.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.