Home Fólk & Samfelag Altjóða brekdagur 3. desember 2015

Altjóða brekdagur 3. desember 2015

by OML

Í gjár var altjóða brekdagur. Ráðið fyri brekað, MBF og Almannamálráðið hevði, eins og undanfarin ár, skipað fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum. Nógv fólk vóru møtt og skráin var bæði fjølbroytt og spennandi, við fleiri framløgum.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, setti altjóða brekdagin og helt í hesum sambandi hesa røðu:

Góðan dag øll somul,

Fyrst av øllum fari eg at takka fyrireikarunum úr MBF og Ráðnum fyri Brekað, at tit, saman við Almannamálaráðnum, aftur í ár skipa fyri almennum tiltaki á altjóða brekdegnum. At vit á henda hátt fáa høvi til at steðga á, samstundis sum ljós verður varpað á rættindi teirra, ið bera brek, er bæði umráðandi og týdningarmikið.

Dagurin í dag hevur eina fjøltáttaða og áhugaverda skrá.

Vit fara millum annað at hoyra um, hvussu atkoma er partur av ferðavinnupolitikkinum úti í heimi og her hjá okkum. Vit fara at hoyra um autismu og samskifti, og hvussu tøkni kann vera eitt hent amboð. Og vit fara at hoyra foreldur greiða frá um gerandisdagin hjá sínari familju, og hvussu eitt brek ikki neyðturviliga er ein forðing fyri einum virknum lívi.

Ein spennandi og samansett skrá, sum setur sjóneykuna á týðandi evni í mun til rættindi, hjá teimum, ið bera brek, og hvussu hesi kunnu vera vard.

Sameindu Tjóðir ásettu í 1992, at 3. desember skuldi hátíðarhaldast sum altjóða brekdagur. Og síðan tá, hevur hesin dagur verið hildin kring allan heim, til tess at økja um tilvitanina um tær avbjóðingar, sum fólk, sum bera brek mangan hava, og fyri at varpa ljós á inklusión fyri øll – uttan mun til førleikar.

Evnið, sum ST hevur sett á skrá í ár er: “Inklusión hevur týdning!: Atgongd og sjálvsavgerðarrættur fyri fólk uttan mun til førleikar”.

Tað verður mett, at umleið ein milliard av heimsins íbúgvum bera brek. Og mett verður, at fleiri av hesum, dagliga verða møtt við nógvum forðingum í mun til at kunna luttaka í grundleggjandi virksemi í samfelagnum. Av hesi orsøk kunnu fólk við breki ikki luttaka á jøvnum føti við onnur, eitt nú tá ið vit tosa um flutning, arbeiði, útbúgving, eins og luttøka í sosiala og politiska lívinum.

Hóast Føroyar eru millum tey lond í heiminum, sum er komið longst við at tryggja, at fólk við breki ikki eru fyri mismuni, og nógv er gjørt seinnu árini við at geva øllum borgarum atgongd bæði til arbeiðsmarknaðin og til útbúgving, so eru vit ikki komin á mál. Tí eiga vit javnt og samt at arbeiða við, hvussu vit kunnu gera hesi viðurskifti enn betur.

Tað hevur týdning, at vit fokusera uppá, hvat hvør einstakur megnar, heldur enn at fokusera uppá brekið hjá viðkomandi. Gera vit tað, røkka vit enn longri.

Rætturin til luttøku í samfelagnum er avgerandi fyri eitt hvørt menniskja, og er við til at stuðla undir, at allir borgarar – uttan mun til førleikar – verða virknir borgarar. Jú fleiri virknar borgarar vit hava, jú størri eru sannlíkindini fyri, at ójavnin og mismunurin millum fólk minkar.

Tað er eitt aðalmál hjá samgonguni, at allir borgarar skulu tryggjast javnrættindini, og hvør einstakur eigur møguleika at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum.

Í samgonguskjalinum hava vit staðfest, at vit vilja gera okkara til, at vælferðaskipanirnar verða tillagaðar, soleiðis at borgarin fær bestu tænastuna. At arbeiðast skal fyri einari samskipaðari tænastu, har støði verður tikið í tørvinum hjá tí einstaka. Og at nýmenning innan tað almenna skal fremjast. Inklusión er eitt týðandi mál at fremja. Og samgongan fer at arbeiða fyri, at rættindini hjá tí einstaka skulu virðast.

Vit vilja arbeiða fyri tað góða samfelagið, har vit øll hava møguleika at trívast og mennast. Tey, sum av ymsum orsøkunum hava serligar avbjóðingar, skulu stuðlast, soleiðis at tað verður lættari at taka lut og vera partur av samfelagnum. Sosialir trupulleikar eru – sum meginregla – fjøltáttaðir, og tí er neyðugt, at innsatsurin eisini tekur hædd fyri hesum. At tænasturnar verða samskipaðar millum allar avvarðandi myndugleikar – og ikki minst saman við teimum, ið móttaka tænastuna.

Hesum fari eg, sum landsstýriskvinna í almannamálum at arbeiða fyri, soleiðis at tað verður lættari at vera menniskja og lættari at vera familja í Føroyum.

Vit eru so heppin, at vit hava fleiri vælvirkandi áhugafeløg í Føroyum, sum hvønn dag gera ein stóra innsats og gera stóran mun fyri tey fólki, sum tey umboða. Men ikki bara gera tit mun fyri tykkara limir – tit gera eisini stóran mun fyri alt føroyska samfelagið.

Tit eru við til at gera, at vit fáa eitt meira fjølbroytt samfelag. Eitt samfelag, har rúm eru fyri øllum, og har rættindini hjá øllum borgarum – óansæð førleikar – verða virdir. Eg gleði meg til eitt konstruktiv samstarv við tykkum í mínum arbeiði, sum landsstýriskvinna í almannamálum. Tí tað er í samanspælinum millum myndugleikar og áhugafeløg, millum politikarar og borgarar, at framgongdin liggur. Hetta samanspælið hevur avgerandi týdning, um vit skulu betra um viðurskifti teirra, ið bera brek.

Eftir at Føroyar seinast vóru til hoyring í breksáttmálanum, var ein av niðurstøðunum, at Føroyar manglar eitt samskipandi organ. Staðfest bleiv tá, at Almannamálaráðið skuldi hava henda leiklut. Hetta merkir millum annað, at Almannamálaráðnum skal hava samskipandi ábyrgdina at orða og seta í verk brekpolitiska ætlan komandi árini. Eg ætli mær at fara undir hetta arbeiðið sum skjótast, og fari at kalla avvarðandi landsstýrisfólk á fund, soleiðis at skjøtul kann setast á hetta.

Eftir hvørt Løgtingsval skal nýggj nevnd til Ráðið fyri Brekað veljast. Hetta arbeiðið er nú í gongd, og í hesum sambandi hevur Barbara á Tjaldrafløtti, sum hevur verið forkvinna í Ráðnum fyri Brekað seinastu 10 árini boða frá, at hon fer at takka fyri seg.

Nú havi eg sjálv ikki havt fragd av at arbeitt saman við Barbara í hesum høpi, men eg havi lagt til merkis hennara stóra ágrýtni og hennara konstruktiva og effektiva máta at fáa sett týðandi mál á skrá, og varpa ljós á umstøðurnar og rættindini hjá fólki, ið bera brek. Úr Almannamálaráðnum hava tey bara gott at bera Barbaru, og fari eg tí vegna mína umsiting og meg biðja Barbaru um at koma upp her, soleiðis at eg kann takka tær hjartaliga fyri tín innsats í Ráðnum fyri Brekað, og ynskja tær blíðan byr.

Hóast at vit enn ikki eru komin á mál at manna Ráðið fyri Brekað, og tað tí ikki ber til at siga nógv meira um hetta nú, fari eg – nú høvi býðst – at takka tykkum øllum í Ráðnum, fyri tykkara lut í arbeiðinum at basa ójavnan millum fólk í Føroyum – bæði tykkum, sum fara úr ráðnum, og tykkum sum halda áfram.

At bera brek er ein avbjóðing í sær sjálvum, men størsta brekið er ofta manglandi vitanin og tilvitanin frá samfelagnum, um umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Latið okkum bøta um hetta brek – tástani hava vit bøtt munandi um umstøðurnar hjá okkara borgarum, ið bera brek.

Við hesum orðum fari eg at ynskja okkum øllum ein góðan seinnapart, og gleði eg meg at hoyra tær áhugaverdu og spennandi framløgurnar.

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen

Landsstýriskvinna í almannamálum

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.