Home TíðindirÚtland Í dag stemma danir

Í dag stemma danir

by OML

Júst nú stemma túsundtals danir um teir skulu avtaka tey fyrivarnir teir hava innan rættarviðurskifti við EU og um teir harvið eisini vilja geva fólkatinginum heimild til at geva fleir avgerðir frá sær til EU á rættarøkinum.

Enn er ov tíðliga at siga nakað um valið,  men fleiri danskir miðlar hava víst á, at tey í ivast koma at avgera hvønn veg tað ferð. Tað eru eini 15 til 18%  ið ikki vita hvar tey skulu seta krossin.

Politi samstarvið

Ein spurningur í upptekur fólk og politikarar nógv er hvussu danska løgreglan framhaldandi kann verða í europol samstarvinum um danir stemma nei í dag. Spurningurin hevur verið um Danmark kann hava somu avtalu sum teir hava nú, um teir stemma nei. Noreg er ikki limur í EU men hevur eina samstarvsavtalu við EU.

Skal eg meta um valið so rokni eg við at stemningurin til EU er soleiðis beint nú í Danmark at tað verður eitt tepurt nei.

Mynd:epa/Niels Meilvang

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.