Home Fólk & Samfelag Signy A. Hermansen fyrstilærari í Kaldbaks skúla

Signy A. Hermansen fyrstilærari í Kaldbaks skúla

by OML

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Signy A. Hermansen í starvið sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla frá 1. januar 2016 at rokna.

Signy A. Hermansen er 40 ára gomul og býr í Havn. Hon tók læraraprógv í 2012 og hevur eftir lokna útbúgving starvast sum lærari í Skúlanum á Giljanesi. Frá 1. mai til november í ár var hon tó partur av leiðsluni og røkti starvið sum varaskúlastjóri. Eisini hevur hon ymisk viðkomandi skeið.

Mentamálaráðið, 1. desember 2015

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.