Havnar Framburðsfelag átalar samgonguna við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, nú hon hevur lagt lógaruppskot fram um m.a.:

– at skerja inntøkuna hjá lesandi við 5.000 kr um mánaðin, so tey verða revsað við lægri lestrarstuðuli,

– at tvífalda gjaldið á tinglýsing, so ein familja, ið keypir hús fyri 2 mió kr, má rinda 50.000 kr í ognarskatti,
– at herða skattin til barsilsgjald, heilsutrygd, ALS, Samhaldsfasta, Kringvarpið, húsolju,
– at hækka avgjaldið til bensin og diesel til allar bilar,
– at áleggja harðari vegskatt til allar (uttan el-riknar) bilar,
– at geva teimum túsund føroyingum, ið arbeiða uttanlands og geva árliga 1.000 mió kr ískoyti til føroyska landshúsarhaldið, ein skattalúsing við at strika samdøgurfrádráttin,

Havnar Framburðsfelag finst við hesum at landstýrinum fyri at gykla fólki, at tey fáa 150 mió kr í skattlætta, tá veruleikin er, at føroyingar og vinnan frá 1. januar gjalda landskassanum uml. 150 mió kr meira um árið enn nú.

Meinigi føroyingurin skal gjalda m.a.

– 42 mió kr meir í Samhaldsfasta
– 4 mió kr meir í 4 í barsilsgrunnin,
– 10 mió kr meir í tinglýsing
– 1 mió kr meir í smyrjiolju,
– 5 mió kr meiri í eykagjaldi á brennievni, og
– 5 mió kr í eyka vegskatti.

Havnar Framburðsfelag mótmælir eisini, at landstýrið frá nýggjárinum áleggur vinnuni harðari avgjøld og skatt, eitt nú:

– Alivinnan, sum rindar yvir 400 mió kr í skatti í ár, skal gjalda 108 mió kr eyka.
– Fiskivinnan fær 178 mió kr meir at gjalda landskassanum.
– Tilsamans skal vinnan gjalda 350 mió kr í eykja gjøldum og skattum frá næsta ári.

Havnar Framburðsfelag átalar, at Føroyski landskassin verður meiri feitur og fegin upp á bekostning av Føroya fólki og vinnulívi, sum verða veikari og fátækari, tí tað merkir, at landstýrið máar grundarlagið undan framburði og vælferð í Føroyum.

Havnar Framburðsfelag

Valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymi.​