Home Tíðindir Fyribils leiðari settur til heilsu- og umsorganartænastuna

Fyribils leiðari settur til heilsu- og umsorganartænastuna

by OML

Tórshavna kommuna hevur í dag sett Súsonnu Danielsen sum fyribilsleiðara í Heilsu- og umsorganartænastuni, ætlandi komandi 4 mánaðirnar til nýggjur leiðari er settur.

Súsanna Danielsen er fyrrverandi løgtingsstjóri og hevur eisini aðrar drúgvar leiðsluroyndir í landsfyrisitingini.

Høvuðsuppgáva hennara sum fyribilsleiðari verður at tryggja, at tær bygnaðarligu tilgongdir, sum settar eru í verk í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum frá landinum, koma á mál.

Tórshavnar kommuna fer væntandi í desember at lýsa starvið sum leiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni leyst.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.