Samgongan varp eitt neyðaregg.

566

Ístaðin fyri givnu lyftini hjá vinstra-samgonguni áðrenn valið, um at spræna pening javnt og solidariskt  út í hvønn krók í landinum, so fer samgongan nú ístaðin   út í hvønn krók í landinum  eftir meir peningi. Samstundis sum teir geva við aðru hondini, taka teir alt innaftur við hinari.

Gjaldið til heilsutrygd og barsilsgrunn hækkar.  Tinglýsingin hækkar og við tí verður uppaftur tyngri at seta búgv. Gjaldið til samhaldsfasta hækkar. Avgjaldið á bensin og diesel hækkar.

Kringsvarpsgjaldið verður lagt í skattin fyri at taka meir pengar inn til almenna nýtslu.  Hendan umlegging rakar serliga hart stórar familjur.

Vegskatturin hækkar og rakar hetta eisini ungu barnafamiljurnar, sum hava keypt sær størri  bil fyri at hava pláss fyri børnum, barnavogni o.ø. tí familjur við børnum hava ofta meir viðføri.

Øll, sum arbeiða í útlandinum verða skattaði har tey arbeiða, og nú ætlar samgongan at skatta hesi í Føroyum eisini. Hetta merkir stóra skattahækking til lág- og miðallønt, t.d. sjúkrarøktarfrøðingar, timburmenn og elektrikarar.

Samdøgursfrádrátturin verður eisini avtikin. Hetta merkir munandi skattahækking til tey, sum sigla við norskum fiskiskipum

Lyftisbrot

Avgjøldini og skatturin hjá samgonguni  raka øll lág og miðallønt,  pensionistin, einliga forsyrgjaran og fólk í fátækraváða,  summi meir og onnur minni.  Sera ússaligt og vánaligt og vit kunnu kalla tað lyftisbrot,  tá vit minnast aftur á valstríðið og gyltu vallyftini hjá sitandi samgongu.

Rokningin til vinnuna

Rokningin frá samgonguni til vinnuna fer í størstan mun  í Eysturoynna,  Norðoyggjar og  Suðuroynna, tí vinnan er í størstan mun samlað her.  Tí verða tað hesi økini sum skulu rinda størsta partin av  rokningini  frá sitandi samgongu. Kommunurnar har koma við hesum inntrivi at   missa inntøkur.    Vit kunnu tí  siga, at ístaðin fyri at spræna pening javnt og solidariskt  út í hvønn krók í landinum, so fer samgongan nú ístaðin   út í hvønn krók í landinum  eftir meir peningi.

Hægsta miðalinntøkan

Samlað sæð kunnu vit siga, at økið við hægstu miðalinntøkuni pr. persón rindar  minst til rokningina frá samgonguni. Her er langt frá lyftunum um eitt meir solidariskt og rættvísari  samfelag. Her er langt frá orðum til veruleika.

Høvuðslinjan er, at vinnan skal rinda meir. Rokningin fyri vallyftini eru  send  vinnuni.

Tað er góður sosialistiskur politikkur at halda vinnuni niðri á knøunum við skattum og avgjøldum. Lítið er tað  vert um hønan, sum verpir gulleggini verður dripin í skatti og avgjøldum og ikki megnar at verpa fleiri gullegg.

Tá verður enn minni eftir,  eisini til Palliba og Marsannu.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna.