Home VinnutíðindiFiskivinna Fiskaútflutningurin vaksin 4% í virði men minkaður 3% í nøgd

Fiskaútflutningurin vaksin 4% í virði men minkaður 3% í nøgd

by OML

Vit hava útflutt botnfisk fyri 1,1 mia. kr. 180 mió. meir enn í fjør. Tað er ein vøkstur á 19%. Hetta hóast nøgdirnar eru minkaðar 6%. Tað er serliga virðið á toskinum, sum er vaksið nógv í ár, meðan nøgdin er áleið tann sama. Hinvegin er nøgdin av upsa minkað nógv í ár, hóast útflutningsvirðið er vaksið nakað.

Samlaði útflutningurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár er 4,6 mia. kr. Hetta er 129 mió. meir enn sama tíðarskeið í fjør.

Í ár er útflutningurin av laksi minkaður fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Higartil eru útflutt fyri 1,9 mia. kr. av laksi, og er tað 135 mió. kr. minni enn í fjør.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski er vaksin bæði í virði og nøgd. Her eru tað sild og lodnu, ið standa fyri vøkstrinum. Sildaútflutningurin higartil í ár er 250 mió. – tað eru 83 mió. meir enn í fjør, meðan útflutningurin av lodnu er 93 mió. kr. ella 77 mió. meir enn í fjør. Hinvegin er makrelútflutningurin minkaður við 84 mió. kr., so at higartil í ár er útflutt fyri 354 mió. kr.

Býtið av fiskavørum í útflutninginum
Hyggja vit aftur til byrjanina av hesari øldini, eru hendar stórar broytingar í býtinum millum ymisku fiskavørurnar í útflutninginum.

Botnfiskurin hevur átt um helvtina at útflutningsvirðinum, meðan alifiskurin var um ein fjórðing. Fyrstu árini av hesi øldini var uppisjóvarfiskur minni enn 10% av útflutninginum.

Í 2003 verður alivinnan rakt av sjúku, og parturin hjá alivinnuni minkar niður um 15% eftirfylgjandi árini. Í 2008 er eitt stórt lop uppeftir, og síðan er útflutnigsvirðið av alifiski bara vaksið, til tað í fjør var nærum helvtin av samlaða fiskavøruútflutninginum. Fyrstu 9 mánaðirnar í ár er parturin hjá alifiskinum komin niðuraftur á 43%.

Uppsjóvarfiskurin er eisini vorðin ein størri partur av útflutninginum og kom upp á 28% í 2012. Síðan er tað minkað aftur, og higartil í ár eru 19% uppsjóvarfiskur.

Botnfiskurin, sum átti nógv størsta partin av útflutninginum, kom í fjør niður um 20% av fiskavøruútflutninginum. í 2002 útfluttu vit botnfisk fyri meir enn 2 mia. kr., og í fjør var útflutningurin 1,2 mia. So útflutningurin er bæði minkaður í virði og sum partur av samlaða útflutninginum hesi árini. Í ár sær tó út til at parturin hjá botnfiski fer at vaksa nakað aftur.

Dagførdu og útgreinaðu útflutningstølini eru at finna í hagtalsgrunninum.

Kelda: Hagstova Føroya » 17. november 2015

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.